EM-endaspælið í kvinnuhondbólti, sum er í Danmark og í Noregi í hesum døgum, hevur hepnast sera væl hjá vertstjóðunum.
Danmark og Noreg hava vunnið seg í hálvfinaluna, og tað hava systrarnar úr Svøríki eisini gjørt.
Leygardagin klokkan 13.30 spæla Svøríki og Rumenia ta fyrru hálvfinaluna í Herning. Klokkan 16 sama dag møtast arvafíggindarnir Danmark og Noreg til enn eitt endaspælsbrak. Liðini hava verið í óteljandi leikum áður, og eru norsku og donsku miðlarnir veruliga farnir í gongd við tað stóra orðakríggið.
Norsku kvinnurnar royna eisini at arga við at siga, at tær vóna, at teir mongu donsku áskoðarnir veruliga fara at venda sær ímóti teimum, tí tað fer veruliga at motivera tær.