Trýr ikki upp á kapping um lán til bústaðir

BÚSTAÐARLÁN Landsstýrismaðurin trýr einki upp á, at Húsalánsgrunnurin er førur fyri at kappast við bankarnar um lán til sethús og íbúðir

- Húsalánsgrunnurin klárar aldrin at taka kappingina upp við bankarnar um at fíggja sethús.
Tað er Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum sannførdur um.
Hann staðfestir, at hann trýr rætt og slætt slett ikki upp á stjóran í Húsalánsgrunninum, tá ið hann í Sosialinum mánadagin staðfesti, at hevði hann sloppið at tikið eitt bíligt uttanlandslán við landskassaveðhaldi, kundi Húsalánsgrunnurin blivið eitt veruligt alternativ til bankarnar, hvat bústaðarlánum viðvíkur.
- Hvussu stórt skuldi hetta lánið verið, spyr landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.
Stjóri í Húsalánsgrunninum sigur, at tað veldst um, hvussu stórur eftirspurningurin er.

Forkoma Húsalánsgrunninum
Í Sosialin mánadagin var stjórin í Húsalánsgrunninum, Páll Poulsen, sannførdur um, at tær ætlanir, sum samgongan nú hevur, fara at forkoma grunninum.
Eftir ætlan skal grunnurin hereftir ikki læna til vanligar bústaðir, men bara til alternativa bygging, umframt at hann skal veita orkulán.
Tað eru lán, sum onga inntøku geva av týdningi og tí verður kapitalurin skjótt etin upp, sigur hann.
Tað, sum gevur nakra inntøku av týdningi, er at veita vanlig bústaðarlán.
Einasti máti at útvega grunninum inntøkur, so at hann eisini fær ráð at fíggja alternativ lán, er, at hann sleppur á vanliga sethúsamarknaðin eisini, sigur Húsalánsgrunnurin.


Ger ongan mun
Jóannes Eidesgaard sigur, at tá ið hann hevur nevnt møguleikan fyri, at geva bankunum kapping ígjøgnum eitt tilboð um almenna sethúsafígging ígjøgnum Húsalánsgrunnin, hugsaði hann mest um eina realkredittfígging.
Men nú staðfestir hann, at búskaparfrøðingar eru á einum máli um, at føroyski marknaðurin er alt ov lítil til at bera eina realkredittfígging.
- Hinvegin eru bankarnir farnir at veita realkredittlán við eini rentu, sum Húsalánsgrunnurin aldrin hevði klárað at kappast við.
Sethúsamarknaðurin er einar seks milliardir, so har muna tær 536 milliónirnar, sum Húsalánsgrunnurin hevur, ikki langt, so eg haldi ikki, at tað er realistiskt.
Landsstýrismaðurin staðfestir, at Húsalánsgrunnurin hevur lítil og ongi útlán havt hesi seinastu nógvu árini, tí kappingin er so gróthørð.
- Hann hevur havt kapital alla tíðina, men hevur lítið og onki útlán havt. Samstundis hevur landsgrannskoðarin í fleiri ár fleiri sóknast eftir einum politiskum ynski við Húsalánsgrunninum, tí hann hevur staðið óvirkin í so nógv ár.
- Eg trúgvi onki upp á, at tað ber til hjá grunninum at taka kappingina upp aftur, sjálvt um hann hevði fingið eina fíggjarliga innspræning. Eg veit, at Húsalánsgrunnurin sjálvur trýr upp á tað, men tað geri eg, og nógv við mær, ikki.

Nýtt lív
Hann sigur, at tí hevur samgongan roynt at fáa lív aftur í Húsalánsgrunnin við at broyta hann so at hann bara lænir til alternativa bygging, umramt lán til orkusparandi tiltøk.
Hinvegin hevur Jóannes Eidesgaard onki boð upp á, hvat hann fer at gera, skuldi tað víst seg, at spádómurin hjá stjóranum fyri Húsalánsgrunninum, er rættur og at kapitalurin verður uppi, soleiðis sum stjórin stúrir fyri.
Jóannes Eidesgaard sigur, at talan er um orkulán upp á kanska 150.000 krónur fyri hvørt hús, røkka tær 536 milliónirnar langt so hann stúrir ikki so illa fyri tí.
Men skal Húsalánsgrunnurin veita heildarfígging til sethús, skal hann kanska av við tvær milliónir til hvørt hús og so røkka pengarnir ikki langt.

Støðan er batnað
Hinvegin minnist Jóannes Eidesgaard, at bankarnir vóru fyri hørðum atfinningum fyri at hava ov høga rentu. Men tað heldur hann, at bankarnir hava bøtt upp á, tí rentan á r ealkredittlánum er fallin rættiliga nógv.
Og hann heldur, at nú er rentan so lá, at Húsalánsgrunnurin hevur ongan møguleika at kappast, heldur ikki um hann so tók eitt lán við landskassaveðhaldi.
Les eisini greinina: Rentan munandi lækkað