Trø úr Minnesota sum list í Føroyum

Joel Cole hevur nú flutt fleiri tons av trøum heiman úr Minnesota til Føroya. Nú hevur hann framsýning við trælist í Norðurlandahúsinum

Í 1986 ynskti hann sær at sleppa til Danmarkar sum skiftisnæmingur, men hann endaði á einum fjarskotnum staði, sum hann púra einki visti um - í Føroyum.

Men ferðin til Føroya gjørdist ikki eitt svipp ella eitt minni at hava við sær heimaftur. Joel Cole varð fullkomiliga hugtikin av Føroyum, og síðani hevur hann havt tilknýti til Føroyar og býr nú her.

Síðani 2000 hevur Joel Cole fingist við at gera lutir og listarverk úr træi – serliga trøum, sum tað eru ov mikið av heima í statinum Minnesota.

- Pápi mín plagdi at gera ymsar lutir burtur úr træi, og eg havi eisini fingist við tað, síðani eg var ungur, men síðani 2000 havi eg álvara fingist við at gera listarverk burtur úr træi og øðrum lívrunnum tilfari, sigur Joel Cole.


Innflutt úr USA

Fríggjakvøldið verður fernisering í Norðurlandahúsinum, har Joel Cole næstu vikuna skal hava framsýning. Hetta er fyrsta framsýning, sum hann hevur einsamallur í Føroyum. Verkini eru tey flestu gjørd í USA, men ein partur er gjørdur í Føroyum. Joel hevur brúkt eini 40 ymisk sløg av træi í sínum verkum.

Joel Cole hevur eisini innflutt fleiri tons av viði úr USA til Føroya, og her kann hann so arbeiða við nýggjum verkum. Hann hevur eisini brúkt nakað av føroyskum viði, men meginparturin verður framvegis gjørdur burtur úr trøum, sum hann hevur fingið heiman úr Minnesota.

Framsýningin hjá Joel Cole í Norðurlandahúsinum stendur frammi til 17.f.