Tað eru nú trý ár síðan, at smágentan, Madeleine, hvarv. Nú takka foreldrini øllum, ið hava hjálpt teimum, seinastu árini, skrivar mess.fo.
Allur heimurin hevur fylgt við, síðan Madeleine McCann hvarv á einari ferð við foreldur síni á Praia da Luz í Portugal í 2007. Foreldur Madeleine hava sagt, at leitanin enn fer fram.
Mamma Madeleini kendi í byrjanini, at hon fekk ikki livað meir, men nú hevur hon trongd at liva, so hon kann halda fram at leita eftir dóttir síni.
Foreldrini eiga tvey onnur børn, og tey kunnu bara vóna, at hon er tikin burtur av onkrum, ið taka sær væl av henni.
- Man vónar bara, at hon nú ikki er illa fyri og fær kærleika og gleði. Tað er alt, eg kann vóna, sigur Gerry McCann.