Trý ár við góðum úrslitum

Tey, ið ynskja meiri at vita um fjarhita eiga at seta kross í álmanakkan mikukvøldið. Tá verður nevniliga skipað fyri einum tiltaki, har føroyskur og danskur serfrøðingur fara at tosa um orku og orkusparing.

Sagt verður, at síðani á heysti 2008 hevur jarðhiti verið royndur í Føroyum við góðum úrsliti.

Tiltakið er ætlað teimum, ið hava ætlanir um at byggja nýggj sethús, eins og teimum ið hugsa um at skifta tann gamla oljuketilin út við eina jarðhitapumpu.

Á tiltakinum fer Kári Mortensen frá Jarðfeingi fer at greiða frá um, hvussu royndirnar við jarðhita í Føroyum síðstu árini hava hilnast. Tað verður eisini nomið við hvat tað merkir fyri Føroyar sum land, bæði búskaparliga og tá tað kemur til spart CO2 útlát.

Ein danskur serfrøðingur fer at tosa um hitapumpur og orku, eins og umboð fyri Húsalánsgrunnin og Eik tosa um fígging.

Tiltakið, sum Demich skipar fyri, verður mikukvøldið í Norðurlandahúsinum og byrjar klokkan 19.30.