Eitt ísfiskalínuskip er í løtuni undir Føroyum, og eitt fiskar í íslendskum sjógvi.
- Skipið, sum er í Íslandi, kemur inn at landa mánadagin og skipið, sum fiskar undir Føroyum, kemur helst inn at landa miðskeiðis í næstu viku.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at fýra frystilínuskip eru undir Føroyum, og eitt er undir Íslandi í løtuni.
- Streymurin verður harður í vikuni, sum kemur, men veðrið verður gott. Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri.
Á Fiskamarknaði Føroya leggja tey aftrat, at fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er smáligur í løtuni.