Higartil hava teir havt útgerð sína goymda í bingjum og á øðrum støðum, men nú hevur kommunan latið byggja ein bygning, har íalt níggju skúrar eru, og sum útróðrarmenn nú kunnu leiga fyri ein ávísan kostnað.
Við hesi loysnini vónar kommunan at viðurskiftini hjá útróðrarmonnum verða meiri skipað. Og líkt er somuleiðis til, at útróðrarmenninir hava tikið væl ímóti hesi ætlanini, sum nú gevur teimum munandi betri karmar at arbeiða undir.