- Tað er ikki langt síðan, at menn skundaðu sær til hús eftir loknan útróðrardag. Veiðan var einki at tosa um. Nú skunda teir sær heim at sova fyri at sleppa avstað aftur. Trolbáturin Hansa Maria landaði góð 16.000 pund á Toftum í gjár. Meginparturin av veiðini var havtaska.
Nakrir útróðrarbátar landaðu eisini á Toftum í gjárkvøldið, og Harry Benjaminsen á Landingarmiðstøðini veit at siga, at bátarnir javnan liggja úr 100 pundum og upp ímóti 200 pundum á línuna.
Hann sigur, at bjartskygni aftur er farið at síggjast millum útróðrarmenn, nú fiskiskapurin er batnaður.
- Tað er ikki so langt síðan, at menn bara skundaðu sær til hús eftir loknan útróðrardag, tí veiðan var einki at tosa um. Nú skunda teir sær heim at sova fyri at sleppa avstað aftur næsta dag.
Harry Benjaminsen sigur, at útróðrarmenn, sum selja veiðina um Fiskamarknaðin á Toftum, eru nógv bjartskygdari, enn teir hava verið leingi.
Fleiri línuskip hava annars boðað frá landing á Toftum fríggjadagin og sum skilst, hava skipini havt hampiligan fiskiskap.
Harry Benjaminsen sigur, at línuskipini Kambur og Eystnes, ið eru millum skipini, sum koma inn at landa fríggjadagin, væntandi fara at hava eini 100.000 pund í part.