- At prísmunurin er so stórur ger, at ein missir hugin at fáast við hetta.
So greiðar eru útmeldingarnar, tá ein kemur á tal við útróðrarmenn í Vági. Útróðrarmenn í Suðuroynni hava ásannað, at keyparar hava ikki sama áhuga í teirra fiski, sum í fiski aðrastaðni í landinum. Men samstundis eru teir greiðir yvir, at tað er ikki góðskan á fiskinum, ið er orsøkin.
Fiskamarknaður Føroya á Toftum hevur eisini deildir í Sørvági og í Vági. Sølan fer fram soleiðis, at fiskimenninir, seljararnir, seta sjálvir ein minstaprís á. Síðani koma keypararnir inn í myndina og bjóða upp á fiskin. Tað hevur víst seg, at rættiliga stórur prísmunur er á, tá tað snýr seg um tey ymsu støðini í landinum, tí tað er ymiskt, hvar keyparar hava áhuga at keypa.
Spottprísur í Suðuroynni
Hyggur ein at sølutølunum, prísunum, og ger samanberingar, so finna eyguni skjótt munin. Tí munurin er ikki at fara skeivur av.
Hyggur ein at tølunum hjá útróðrarmonnum í Vági ein tilvildarligan fríggjadag, so er eyðsæð, at munur er á.
Hýsa 1 sæst t.d. fara fyri 10 krónur í einum stað og fyri 19 krónur annað stað. Og munurin er rættiliga gjøgnumgangandi, um ein hyggur søluseðlar ígjøgnum.
Tað mesta, ið selt verður í Vági, er júst hýsa.
- Tað er mest hýsa, ið fer til útflutnings, men eisini toskaprísurin er einar 4 krónur lægri í miðal, sigur ein av útróðrarmonnunum í Vági, Bjarni Brattaberg.
- Hetta, og at eini 10 krónur eru á muni á hýsu ger, at menn missa hugin at fáast við útróður, sigur Bjarni, sum vit hitta í stovu hansara í Vági til eitt prátt um truplu støðuna.
Orsøkin til prísmunin er ógreið, men staðfestast kann, at tað verður boðið minni uppá fisk úr Vági, enn upp á fisk aðrastaðni.
Tosar ein við útróðrarmenn, so skilst, at tað í síðsta enda eru rættiliga stórar upphæddir, ið hetta snýr seg um. Talan kann verða um eini 80.000 krónur, tá gjørt verður upp.
Bjarni Brattaberg sigur, at hóast menn hava spurt seg fyri ymsastaðni, so fáa teir einki svar ella ymsar útmeldingar.
- Men ynskiligt er at fáa eitt kjak í lag um hví støðan er sum hon er, sigur Bjarni Brattaberg.
Hann sigur, at menn hava tosað leingi um hetta sínamillum, men annars hava teir tagt við hesum. Men nú er kanska tíð uppá at fáa hetta fram.
95 tímar til keyparan
Nú tosað verður nógv um farleiðina til Suðuroyar, hava útróðrarmenn í Vági hug at koma við einum íkasti til kjakið.
Teir meta, at truplu umstøðurnar hesum viðvíkjandi eru ein orsøk til, at fiskakeyparar norðanfjørðs aftra seg við at keypa fisk úr Suðuroynni.
- Tað er so, at keypur t.d. ein fiskakeypari í Leirvík fisk úr Vági ein fríggjadag, so hevur hann ikki fiskin fyrr enn týsdag. Sostatt hevur fiskur einar 90 ?95 tímar at koma fram til keyparan, sigur Bjarni Brattaberg.
Til sammetingar vísir hann á, at hann hevur verið við fiskiskipi í Scrabster og selt og tók hetta 50 tímar aftur og fram. Dømi er eisini um, at sluppir hava havt 30 tímar niður á marknaðin.
Truplu umstøðurnar og ørkymlandi inntøkumøguleikarnir hjá útróðrarmonnum í Vági hava nú fingið teir at koma fram við hesum, hóast trupulleikin ikki er nýggjur. Teir vóna at fáa eitt svar uppá, hví støðan er sum hon er. Og teir vóna, at eitt kjak kann fáast ílag um hetta.
Tað kann ikki vera so nógv øðrvísi at búgva í Suðuroynni, enn aðrastaðni, tykist vera niðurstøðan hjá teimum í Suðuroynni, ið fáa úrtøku sína úr sjónum.
Tungu korini seta hugsanirnar í gongd og víst verður á, at øll gjalda tað sama í landskassan og at hóast ikki tað sama fæst fyri vøru úr Suðuroynni, so kosta aðrar vørur ikki minni at keypa í oynni.
Hóast fólk eru glað fyri at vera í oynni og trívast við sínum starvi, so skulu sterkar herðar til at bera, at sølutølini dagliga bera boð um vantandi sølumøguleikar.
- Hetta er ikki hugaligt. Hetta ger, at ein tímir ikki at fáast við hetta meira, sigur Bjarni Brattaberg og skoðar út á fjørðin við kaffikoppinum í hondini, meðan vónin um útróðrarveður verður havd á lofti, meðan gráu fylgiseðlarnir á borðinum minna á, at vónirnar um góðar søluprísir fyri útróðrarfiskin eru smáar.