Útróður
Útróðrarflotin er bert ein partur av okkara ísfiskaveiði, men hetta eru bátar, sum føra tann nýggjasta og feskasta fiskin til lands. Í flestu førum er hetta daggamal fiskur, sum útróðrarmenn meta eisini átti at fingið besta prísin.
Kjakið um útróðrarfisk mótvegis eitt nú línu-og trolfiski, sum verið hevur gjøgnum mong ár, er endaleyst, og nógvar ymiskar meiningar eru um, hvør fiskur hevur uppiborið besta prísin.
Leggja bátarnar
Men tað var ikki hetta mál – kjakið um hvør fiskur eigur besta prísin – sum fyrrverandi fulltíðar útróðrarmaður, ið ringdi til Sosialin í gjár, hevði upp á hjarta.
- Eg havi ein lutfalsliga bíligan bát, og eg havi í fleiri ár livað av tí, sum eg havi fiskað. Men fyri eini tíð síðan mátti eg síggja í eyguni, at hetta bar ikki til meira. Soleiðis, sum príslegan á eitt nú toski hevur verið í seinastuni, ber hetta so slett ikki til.
Maðurin, sum setti seg í samband við okkum í gjár, hevur tí fingið sær annað arbeiði, har hann hevur frí aðru hvørja viku.
- Nú havi eg útróðurin sum hjávinnu, og eg vænti, at tað verða nógvir, sum fara at gera tað sama, um høvið býðst. Menn eru sera misnøgdir við fiskaprísin, og eg havi eisini skilt, at onkur av teimum, sum eiga teir størru línubátarnar, hugsa um at binda bátarnar, tí tað nyttar so lítið at loysa, sigur hann.
Hvat úrslitið í longdini verður av at binda bátarnar, veit ein og hvør.
Stórur prísmunur
Hendan eina dagin, sum maðurin, vit hava tosað við, var á floti, fór toskurin, hann fekk á línuna, fyri einans 9 krónur í miðal fyri kilo.
- Toskaprísurin í Føroyum í dag man soleiðis var ein hin lægsti, sum hann nakrantíð hevur verið á marknaðinum yvirhøvur.
Fyrrverandi útróðrarmaðurin sigur, at hann hendan dagin fekk 9 krónur fyri kilo av toski 3, 9 krónur fyri tosk 4 og 9,30 krónur fyri kilo av toski 5.
Telda og netsamband man vera í næstan hvørjum húsi í Føroyum í dag, og menn eru óførir at leita sær kunning og samanburðir aðrastaðni.
Tað hevur maðurin, sum nú hevur útróður sum hjávinnu, eisini gjørt.
- Sama dag, sum eg avreiddi fyri ein miðalprís á 9 krónur fyri kilo av toski, síggi eg, at prísirnir á eitt nú danska marknaðinum á sama fiski eru tvær og tríggjar ferðir so høgir.
Hann vísir á, at miðalprísurin á størsta toskinum á marknaðinum í Hanstholm hendan var 31,91 krónur fyri kilo, og 1’arin fór fyri 31,82 krónur.
- Taka vit tosk 2, so fór hesin fyri ein miðalprís upp á 22,67, toskur 3 fyri 18,49, toskur 4 fyri 19,28 og toskur 5 fyri 13,94 krónur fyri kilo.
Fyrrverandi útróðrarmaðurin sigur, at besti prísur á størsta toskinum hendan dagin var 44 krónur fyri kilo, toskur 1 fór fyri 40, toskur 2 fyri 33, toskur 4 fyri 23 og toskur 5 fyri besta prísin 17 krónur fyri kilo.
- Eg haldi eisini, at prísurin á toskarognum í Føroyum er láturligur. Í Føroyum fært tú einar 8,30 krónur fyri kilo, meðan prísurin á somu rognum í Hanstholm liggur omanfyri 30 krónur fyri kilo.
Hvat er galið?
Maðurin, sum hevur vent sær til Sosialin, spyr, hví munurin á toskaprísinum í Føroyum og uttanlands er so velduga stórur.
- Vit hava virkir, sum keypa og virka fisk, og vit hava skip, sum tvær ferðir um vikuna siglir av landinum við feskum fiski. Spurningurin er tí, hvat tað er, sum ger tað so trupult hjá føroyskum avtakarum at geva líkinda prís fyri fiskin, tá hesin fiskur annars verður seldur fyri góðan prís á útlendska marknaðinum.
Eitt er, vísir hann á, at fíggjarkreppa er í Føroyum í løtuni, men hetta er einki serstakt føroyskt fyribrigdi.
- Kreppan hevur so sanniliga eisini sett síni spor uttanlands við uppsagnum og stongdum vinnuvirksemi.
Maðurin, sum nú hevur útróður sum hjávinnu, stúrir fyri, at nógvir útróðrarmenn og línumenn annars noyðast at leggja sínar bátar, um prísurin á ráfiski í Føroyum ikki kemur uppaftur á líkinda støði.
- Tað dýrt at reka sjóvinnu, og tað er ikki nøktandi fyri teir, sum føra ráfiskin til lands, at hetta fyrsta liðið, sum er grundarlagið undir øllum tí, sum kemur aftaná, soleiðis skravar botnin og ekur á knøunum. Tað kann ikki vera rætt, at hetta fyrsta liðið skal bløða og fara av knóranum, tí onkur annar antin rindar ov lítið – ella ikki er sína uppgávu vaksin, sigur hann.
Vit kunnu bara skoyta uppí, at fer útróðurin í søguna, fer eisini tann parturin í søguna, sum í nógvum bygdum hevur verið ein týðandi partur av bygdasamfelagnum, nevniliga egningin, har ung sum eldri – í felagsskapi og hugnaligum práti um leyst og fast – vinna sær nakrar krónur.
Sosialurin fer at venda aftur til hetta mál í einum øðrum blaði.