VÍF-H71 22-21 (11-12)
Vunnu hoyvíkingar seinasta dystin á árinum, so lupu teir bukk um VÍF.
Og tað tóktist eisini eydnast. 11 minuttir fyri dystarlok stóð nevnliga 15-21 á talvuni.
Men so steðgaði púrasta upp hjá gestunum. Sjey tey seinastu málini fullu øll til VÍF, sum soleiðis helt fast um fjórða plássið á talvuni.
Ikki minni enn trý reyð kort omu, tá dómararnir í seinastu løtu dømdu avgerandi brotskastið. Karl Johan Djurhuus frá VÍF og Levi Nybo og Gunnar Bláberg úr H71 fingu allir ostaskorpuna frá dómarunum.
Bestu málskjúttarnir í dystinum vóru Agnar og Rúni Joensen hjá VÍF og Dánjal Tórgarð hjá H71. Teir skutu allir 5 mál hvør.