Trýst á meistarunum

Í HB hava tey longu tapt tvær ferðir, og tað setir krøv, nú liðið hevur heimadyst móti uppflytarunum

Upptakt

Tað er einki at ivast í, at HB er favorittur, nú teir sunnudagin skulu taka ímóti TB í Gundadali, men samstundis leggur favoritt-leikluturin eitt stórt trýst á HB-hópin. Trý stig í trimum dystum er í øllum førum ikki meistaraspæl.
Men hóast hetta, so heldur Hallur Danielsen í HB ikki, at talan er um nakað eyka trýst á liðið.
- Tað haldi eg ikki, at tú kanst siga. Men eftirverandi dystirnir eru sjálvandi við at fækka í tali, og tað er so eingin loyna, at vit ætla okkum trý stig. Eisini hava vit ein keðiligan dyst í Vági, sum vit vilja rysta av okkum. Og okkara ætlan er so, at tað skal ganga út yvir TB. Men tað hava teir so helst eina aðra fatan av, so vit fáa at síggja, sigur hann.
Hjá HB er støðan við fólki óbroytt í mun til seinastu dystirnar. Tað vil siga, at Vagnur Mohr Mortensen og Heine Fernandez framvegis eru úti við skaða, men at restin av hópinum er til reiðar.

Hugagóðir tvørámenn
Á Tvøroyri er lagið heilt gott. Hóast einki stig enn er fingið til høldar, so hevur talan verið um góð avrik, har talan eins væl kundi verið um sigrar.
- Vit hava í øllum førum fingið rættað upp á nøkur ting. Ikki minst hava vit fingið verjupartin upp á pláss, og tað frøast vit um, staðfestir Jón Johannesen.
Hann ásannar tó eisini, at talan er um trupla uppgávu, nú teir meistararnar á útivølli, men fyri tað er so einki avskriva undan dystinum.
- At spæla móti HB er altíð nakað, sum setur okkum upp, og hartil halda vit eisini, at vit hava nakað at prógva. Ikki minst eftir tær viðmerkingarnar, sum hava verið í pørtum av fjølmiðlunum. Har ætla vit í øllum førum at prógva, at viðmerkjararnir eru farnir skeivur staðfestir Jón.
Hjá TB tykist støðan við fólki vera eitt sindur ivasom. Tað er tó greitt, at Predrag Zivkovic er leikbannaður, og at hann tí ikki fær verið við. Alexandar Jovevic fór út við skaða móti NSÍ, og óvist er, um hann er tøkur. Somuleiðis er óvist, um Emmanuel Larbi er tøkur aftur, eftir at hann hevur drigist við skaða.