Trýst á venjaranum

-

Tað ljóðaði beint eftir dystin millum Sóljuna og Kyndil, at venjarin hjá Kyndli, Rógvi Nielsen, hevði sagt seg úr sessinum.
Allar helst var hetta grundað á laku úrslitini, sum liðið hevur havt í ár, og sum nú eisini hevur viðført, at liðið er í veruligum vanda fyri at missa sætið í bestu deildini.
Tað bar tó ikki til at fáa váttað tíðindini, tá vit sunnukvøldið royndi at fáa eina viðmerking frá venjaranum.
- Í løtuni fái eg ikki gjørt nakrar viðmerkingar til hatta, var einasta viðmerkingin, sum var at fáa, so okkurt er helst um tosið, hóast endaliga avgerðin tykist bíða í løtuni.
Møguliga verður meira at frætta um hetta seinni í vikuni.