TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Heðin Askham aftaná dystin millum EB/Streym og KÍ í Hólmanum á Eiði sum heimaliðið tapti 0-1.
Heðin Askham er leikliga væl nøgdur við, at EB/Streymur megnaði at trýsta KÍ, og somuleiðis at tað eydnaðist EB/Streymi at koma fram til málmøguleikar. Men hann iðrar seg um, at trýstið og málmøguleikarnir ikki góvu úrslit.
Heðin Askham hevði ynskt at sloppið í summarferiu saman við hinum liðunum nú, og tí er hann harmur um, at teir í EB/Streymi mugu leingja fyrru hálvu til mikukvøldið tá teir skulu til Norðragøtu har Víkingur bíðar í einum framskundaðum dysti frá 16. umfari, ið annars verður avgreitt dagarnar millum 27. og 29. juli.
- Vit hava eitt gott lið. Vit skulu bara arbeiða hart, so fara úrslitini at koma, greiðir Heðin Askham frá.
Frásøgnin hjá Hilmari Jan Hansen av sigursmálinum hjá KÍ, og samrøðan Hilmar Jan hevði við Jóannes Bjartalíð hjá KÍ hoyrast HER