Trýstið hjá NSÍ gav úrslit

Fótbóltur: NSÍ hevði stóran part av spælinum, men fingu ikki avgerandi málini fyrr enn í seinastu løtu. Sandingar kenna gongdina aftur

1. deild menn:

B71-NSÍ 2-3 (2-1)


Sandingar kenna tað aftur. Teir eru um at fáa stig burtur úr einum dysti, og so rýkur alt í seinastu løtu. Tað hava teir roynt fleiri ferðir í ár, og aftur hetta vikuskiftið var gongdin soleiðis.

Tað var einki at siga til, at NSÍ fór við øllum stigunum av Sandi, tí teir stýrdu meginpartin av dystinum, men teir fingu ikki sigurin undir land fyrr enn í seinastu løtu

Sandingar fingu dreymabyrjan, tí teir skoraðu tvær ferðir innanfyri fyrstu sjey minuttirnar.

Fyrst var tað drívmegin á B71-miðvøllinum, Eli Hentze, sum skoraði frálíka gott mál. Julian Florsecu sendi hornaspark innfyri, og beint uttanfyri brotsteigin tók Eli ímóti, hann smekkaði til fyrstu ferð, rakti bóltin klokkureint, og bólturin sat dygst úti við stólpan.

Hetta var tá bara tveir minuttir vóru spældir, og longu fimm minuttir seinni øktu sandingar. Ta ferðina var ikki talan um eins sannførandi mál, tí B71 fekk góða hjálp frá málverjanum hjá NSÍ. Peter Ritter, sum var viðaftur eftir at hava verið skaddur, sendi bólt inn fyri NSÍ-málið. Bólturin hevði kós móti málinum, men onkursvegna fór bólturin, sum ikki skuldi volt NSÍ-málverjanum trupulleikar, í málið.

Góða byrjanin hjá B71 kom ivaleyst líka óvart á sandingar, sum hon kom á runavíkingar. NSÍ royndi at koma fyri seg aftur, men tað gekk ikki væl í fyrra hálvleiki. Runavíkingar vóru misnøgdir við, at B71?arnir tóku sær góðar stundir við øllum deyðbóltum í fyrra hálvleiki, og tí hildu teir, at teir ikki fingu sett ta ferð á spælið, sum teir ætlaðu sær.


B71 nýggja miðverju

Í seinna hálvleiki gekk hetta betur, og tá stýrdi NSÍ dystinum allatíðina. Sandingar, sum stundum vístu gott spæl í Klaksvík seinasta vikuskiftið, fingu einki at rigga hesaferð. NSÍ?arnir vóru ágangandi, tá teir høvdu mist bóltin, og kanska var leiðslan viðvirkandi til, at B71 spældi meira varið, enn teir annars høvdu gjørt. Í øllum førðum høvdu teir bara ein mann á toppinum seinnu hálvuna av dystinum.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki eydnaðist NSÍ at minka um munin, tá verjuparturin hjá B71 fyri eina ferð skuld kiksaði. B71 sparkaði málspark, NSÍ?arnir vunnu fyrsta luftdystin, og so var Helgi L. Petersen spældu púra leysr, hann dró inn í brotsteigin og spældi uppá tvørs til Ian Højgaard, sum triðja vikuskiftið á rað skoraði.

Hetta málið gav NSÍ mót uppá at fáa okkurt burtur úr dystinum, og teir hildu fram við at trýsta. Men meginpartin av tíðini kláraði nýggja miðverjan hjá B71, sum var mannað við Ib Mohr Olsen, Páll á Reynatúgvu og Jógvan Jón Petersen, at verja fyri, og á Sandi síggja tey fram til, at hendan verjan sleppur at spæla fleiri dystir saman, tí tey halda, at hon kann fara at roynast sera væl.

Og á aftasta plássinum hevur B71 ein frálíkan málverja, sum aftur hesaferð hevði fleiri góðar bjargingar. Bæði Jónstein Petersen, Ian Højgaard, Eddie Mikkelsen og Kári Hansen høvdu í seinna hálvleiki góðar royndir, sum málverjin bjargaði sera væl.

Átta minuttir fyri tíð fekk NSÍ útjavnandi málið, tá teir skoraðu av brotssparksblettinum. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tá hann helt, at Ib Mohr Olsen hevði koyrt undir Jónstein Petersen (spældi hesa ferð í álopinum saman við Ian Højgaard). Sandingar hildu als ikki, at talan var um nakað brotsspark, men tað nervaði ikki Sjúrður Jacobsen, tá hann annað viðuskiftið á rað skoraði við brotssparki.


Missa í síðstu løtu

Restina av tíðini royndu gestirnar alt, hvat teir vóru mentir, fyri at gera eitt mál afturat, og tað eydnaðist teimum eisini. B71 royndi at verja javnleikin, men teir vóru snýttir, tá verjuspælarin Dánial Hansen skoraði tríggjar minuttir fyri tíð.

NSÍ sendi fríspark inn fyri málið, og tá bólturin datt niður í brotsteiginum, var Dánial Hansen fyrstur á, og hann fekk beint bóltin inn í málið.

Tá hildu runavíkingar, at teir høvdu fingið løn fyri sítt stríð, meðan sandingar enn eina ferð máttu ásanna, at teir høvdu mist alt í seinastu løtu. Hesa støðu hava teir uppliva fleiri ferðir í ár, og á Sandi síggja tey eisini í eyguni, at tað kanska ikki er av tilvild. Hesa ferð var íð hvussu er greitt, at venjingarstøðan hjá NSÍ var nakað betri enn hon hjá sandingum, og seinastu minuttirnar av dystinum gjørdi hetta mun.

Sandingar iðraðu seg um, at teir ikki fingu øll stigini burtur úr dystinum, tí so høvdu teir staðið sera væl í botnstríðnum. Nú er framvegis nakað av spenningi, og næsta vikuskiftið skal B71 møta einum sera svongum Sumba-liði, sum ikki hevur nógvar kjansir eftir.




B71: Valdemar Nowisci ? Bjørn Thorsteinsson, Jógvan Jón Petersen, Páll á Reynatúgvu, Ib Mohr Olsen, Antines Magnussen ? Julian, Eli Hentze, Petur Ritter ? Rúni í Soylu, Kári Nielsen.

NSÍ: Dejan Milanovic ? Dánial Hansen, Kári Sigvardsen, Sjúrður Jacobsen, Brynjolvur Nielsen ? Helgi L. Petersen, Kári Hansen, Eyðstein Skipanes, Eddie Mikkelsen ? Jónstein Petersen, Ian Højgaard.