Trý tjóðveldisuppskot, frágreiðng um aling og búheim á tingi í dag

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, fer á tingfundinum klokkan 11 at leggja fram frágreiðing sambært tingskipanini um alivinnuna.

 

Síðani eru trý mál hjá Tjóðveldi hernaðarmða, um búskapargrunn og um skiftisskipan til at gera fíggjarlóg landsins óhefta av ríkisveitingini.

Síðsta málið er  frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur um at byggja búheim og ummlættingarheim í Havn til børn við autismu.

Tingfundurin í dag byrjar klokkan 11 við, og dagsskráin er henda:

1          Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen, leggur fram tingmál nr. F-2/2020: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um alivinnuna

2          1. viðgerð LM-074/2020 - Uppskot til samtyktar um at einans Føroya fólk og Løgtingið hava avgerðarrættin um hernaðar- og trygdarmál í Føroyum

3          1. viðgerð LM-075/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya (Inntøkur frá ríkisveiting kunna flytast til donsku stjórnina)

4          1. viðgerð LM-076/2020 - Uppskot til løgtingslóg um skiftisskipan til at gera fíggjarlóg landsins óhefta av ríkisveitingini

5          1. viðgerð LM-078/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja eitt búheim og umlættingarheim í Tórshavn til børn og ung við autismu (Øktar útreiðslur til verkætlanina)

6          Framløga