Ítróttaleikir og sorgarleikur

Í 1972 vóru fýra mans úr Útvarpi Føroya í München fyri at greiða føroyingum frá Olympisku Leikunum. Teir vóru Niels Juel Arge, útvarpsstjóri, Jógvan Arge, útvarpmaður, Marius Rein og Jóhan Isholm, teknikarar. Jógvan Arge hugleiðir her um leikirnar, sum eisini gjørdust ein stórur sorgarleikur

Tað var ein uppliving at vera til olympisku leikirnar í München í 1972. Hetta var tá størsta ítróttatiltak í heiminum, og her fekst tú høvi til merkja andan og spenningin.
Tú fekst høvi til at vera til kappingar, har heimsins bestu ítróttafólk í flestu greinum spentu seg út í royndunum at vinna olympiskt gull.
At tú fekst høvi til at vera mitt í meldrinum um eitt palestinskt partisanálop á bústaðin hjá ísraelsku ítróttafólkunum í olympisku bygdini, var ein annar spenningur enn tann, sum vit vóru farnir at uppliva. Tað var ein sorgarleikur, sum altíð fer at verða nevndur saman við OL í München.
Í Føroyum vóru vit von við at fylgja olympiskum leikum í útvarpi. Eg hoyrdi semifinaluna í olympisku kappingini í Rom í danska útvarpinum, og minnist, hvussu eg kreyp inn undir teppið á divanuna, tá Ungarn fekk brotspark. Og eg var skjótur undanaftur, tá Henry From bjargaði.
Mangar spennandi løtur vóru saman við norðmanninum, tá vetrarleikir vóru. Ikki minst tá Knut Johannesen setti heimsmet á 10.000 metrum í Sqauw Valley og kreyp sær niður um 16 minuttir.
Vetrarleikirnar í Grenoble og summarleikirnar í Mexico 1968 upplivdi eg á sjónvarpsskíggjanum í Danmark. Skíðarin Jean Claude Killy verður seint gloymdur eins og Forsbury-flop í hæddarlopi og tann knýtti Black Power-nevin.

Jóhan Nielsen orðnaði linjurnar
Áðrenn pengamaskinan í fótbóltinum fór á rull, vóru Olypisku leikirnir tann avgjørt størsta ítróttahendingin. Í 1972 skuldu leikirnir verða so nær Føroyum, at vit í útvarpinum fóru at tosa um at senda frá kappingunum.
Føroyingar vóru so smátt farnir at banka upp á hjá altjóða felagsskapum at sleppa beinleiðis upp í millumtjóða kappingar.
Vit teknaðu okkum til við fýra monnum, og kostnaðurin tóktist ikki at vera størri enn so, enn at vit, kanska við einum ískoyti frá V4, fóru at klára skerini.
Men tá alt var greitt, tekningin fingin frá hondini, manningin sett og linjur bílagdar til tær kappingar, sum vit ætlaðu okkum at siga frá, kom skelkurin. Linjurnar kostaðu meir enn 100.000 krónur.
Her mundi alt farið fyri bakka, men Niels Juel fann so upp á tey ráð at venda sær til vinmannin í fólkatinginum, prestin Jóhan Nielsen, og biðja hann fara til Post- og Telegrafverkið at vita, um hesin prísur kundi lækkast.
Jóhan legði at landi hjá einum floksbróðri, sum var ferðslumálaráðharri, og greiddi honum frá støðuni. Tað gingu bara nakrir fáir dagar, so fingu vit telegramm um, at vit fingu fasta linju til München allan sólarringin teir 14 dagarnar, leikirnir vardu, og prísurin var farin niður í helvt.

Bara útvarpsmenn, ongir luttakarar
So varð farið avstað. Men enn vantaði okkum eitt viðmæli frá eini olympiskari nevnd. Hetta viðmæli kundu vit ikki fáa í Føroyum, tí slíka nevnd høvdu vit ikki.
Vit máttu tí royna at fáa hetta viðmæli frá olympisku nevndini í Danmark. Tað var eitt sindur trekt, men tá vit loksins komu á fund við formannin Gudmund Schack í Keypmannahavn og høvdu sagt honum okkara søgu, var leyst og liðugt.
Hann hevði verið so trekur, tí onkur forhánisliga hevði nevnt, at nakrir føroyingar ætlaðu sær til München at veitra við einum føroyskum flaggi. Tað var tað so ikki beinleiðis talan um í hesum førinum.
Men tað var ein løgin kensla at koma til München at siga frá ítrótti til eitt land, sum ongan luttakara hevði í olympisku leikunum.
Skipanin var tann, at tey lond, sum høvdu luttakarar sjálvi, høvdu fyrsta rætt til frásøguplássini ? og vit høvdu ongan luttakara. Okkara fyrsti prioritetur var tí oftast norðurlond so ella so ? ikki minst Danmark og Ísland.
Tað vísti seg tó skjótt, at vit vunnu á hesum trupulleikanum. Á bíleggingini fingu vit fast samband við ein ungan, ljóshærdan og sera fyrikomandi týskara, sum gjørdi alt, hann kundi, fyri okkum. Á tann hátt sluppu vit framat so at siga allastaðni, har vit vildu.

Frá Mark Spitz til Jesse Owens
Serligan dent løgdu vit á fótbólt, hondbólt, róður og svimjing, men vit dittaðu okkum eisini til frælsan ítrótt, nevaleik og flogbólt. Niels Juel hevði íðkað boksing í tríatiárunum, so hann kendi alla terminologiina og rapporteraði sum brent um uppercuttar og onnur drápilig sløg.
Sjálvur hevði eg roynt eitt sindur av flogbólti í skúlanum, so eg fór til ein rimmardyst millum Japan og USA. Minnist, at summir japanarar vóru tveir metrar til hæddar. Teir vóru blandaðir amerikanarar. Men dysturin vardi so nógvar tímar, at vit noyddust at gevast, áðrenn liðugt var.
Í frælsa ítróttinum minnist meg serliga finnlendingin Lassa Viren, sum vann bæði 5000 og 10000 metur. Hendan seinna teinin vann hann, hónast hann datt.
Og í svimjingini var amerikanarin Mark Spitz í serflokki. Hansara sigrar vórðu varpaðir beinleiðis til Føroya, og tað var ikki sørt, at teir birtu upp undir svimjingina sum kappingargrein í Føroyum.
Frá hondbólti sendu vit stundum fýra innleiðandi dystir sama kvøld, tveir í part. Har vóru bæði Ísland, Danmark, Noreg og Svøríki, so nóg mikið var at taka av hjá okkum.
Í fótbóltinum fylgdu vit mest Danmark við eitt nú tí blaðunga Allan Simonsen á liðnum. Málmaðurin hjá Brasilia hevði tað sjáldsama navnið Nielsen Elias.
Hvørki í hondbólti ella fótbólti komu Norðurlond í endaspølini, men vit sendu trúliga bæði finalur og dystir um triðja pláss. Einabestir vóru teir á Balkan og har á leið. Horvat og Lazarevic vóru í essinum hjá Jugoslavia og vunnu hondbóltin.
Á olympiska leikvøllinum sótu vit millum aðrar útvarps- og sjónvarpsmenn. Í sama raðnum, sum vit sótu fyrsta dagin, sat eisini tann litti amerikanski úrmælingurin Jesse Owens. Hann vann so nógv á olympisku leikunum í Berlin í 1936, at hann nærum oyðilegði leikirnar fyri Hitler og hansara menn.
Hann sat bara nakrar fáar stólar frá okkum, so tað var lagað manni at liggja framvið og biðja um autograf. Tað stóð ikki á. Hugsi, hetta var fyrsta ferð hansara aftur í Týsklandi eftir 1936.

Ófrættatíðindi úr olympisku bygdini
Vit búðu í íbúðum nærhendis húsunum, sum ítróttafólkini búðu í. Vit fýra úr Føroyum høvdu eina íbúð. Eitt kamar var eftir, og vit gittu dúgliga um, hvør har mundi fara at koma. Onkur helt, at vit skuldu hava ein bulgara inni hjá okkum, men ein morgun nú er gesturin komin, og tað vísti seg at vera ítróttafrásøgumaðurin hjá íslendingum Jón Ásgeirsson, sum vit kendu væl.
So vit fingu tað hugnaligt, men lítlar stundir til prát. Runnu vit sum fluga í fløsku, so gjørdi hann tað ikki minni, tí hann var einsamallur. Men kvøldið 1. september skræddu vit allir úr álmanakkanum og hátíðarhildu 50 fjórðinga fiskimarkið hjá Íslandi.
Alt gekk í fínum lag. Vit reikaðu til Regensburg, Augsburg og Passau og aðrar býir at siga frá og skiftu millum teir ymsu ítróttavøllirnar í sjálvum München. Til ein morgun, vit skuldu út úr býnum. Eg skuldi til Passau til fótbóltsdyst, og Niels Juel til kappróður uttan fyri München.
Tað skiltist á tíðindunum, at okkurt var galið í olympisku bygdini. Men ilt var at skilja, hvat var á vási. Onkur hevði hoyrt skot. Ongin talaði um, at hetta fór at ávirka leikirnar, so vit fóru hvør í sína ætt at senda til dagsins skrá, men tá vit vóru komnir til Passau, var fótbóltsdysturin avlýstur, og róðurin steðgaði eisini.
Meir og meir kom undan kavi um, at palestinskir partisanar høvdu sníkt seg inn í ísraelsku íbúðina, og spenningurin vaks og vaks. Afturkomin til olympisku bygdina stóð Niels Juel og segði frá beint uttan fyri hegnið og sá stundum menninar við brølapu á svalanum, sum tingaðust við týskar myndugleikar við Hans Dietrich Genscher á odda.
Men so varð pressan víst burtur, og fylgjast mátti við á pressucentrinum og heima í íbúðini. Haðani høvdu vit beinleiðis frásøgn í telefon, tá partisanar og gislar vórðu fluttir við tyrlu til hernaðarflogvøllin Furstenfeldbruck, men so steðgaði tíðindastreymurin.

Hørð náttarvakt
Mær fell í lut náttarvaktina á pressucentrinum. Tað var tigandi róður. Fá tíðindi at frætta, men nógvar gitingar. Eina ferð tíðliga á náttina søgdu teir, at allir ísraelsmenninir vóru komnir frá atsóknini við lívinum.
Tá var mikil rómur, men ivi.
Seinni komu so tey endaligu tíðindini. Allir ísraelsmenninir høvdu latið lív í týsku bjargingarroyndini eins og fleiri partisanar og ein týskur løgreglumaður.
Tá var ikki stuttligt at vera formaður í nevndini, sum fyrireikaði leikirnar. Willy Daume brast í sjóðheitan grát, tá heimspressan setti sínar eirindaleysu tummilskrúvur á hann.
Minningarhátíð varð fingin í lag í skundi. Vit fingu eina góða boks uppi undir takinum á Olympia Stadion. Hóast svøvnurin hevði verið lítil og ongin, týddi Niels Juel týsku røðurnar so flótandi, sum hevði hann ikki gjørt annað. Málsligi lærdómurin á studentaskeiðnum kom undan kálkinum, nú brúk var fyri honum.
Tann stóri spurningurin var, um leikirnir fóru at verða avlýstir. Men tá steig formaðurin í olympisku nevndini Avery Brundtage fram á pallin og boðaði frá, at besta svarið á atsóknina var at halda fram.
Øll skráin var flutt ein dag fram og leikirnir leiktir at enda.

Menniskjansligt andlit
Havi fyri kortum sæð ein film um sorgarleikin í München. Kendi meg eitt sindur aftur í meldrinum. Týskararnir vildu ikki taka við hjálp frá ísraelsmonnum at bjarga ítróttafólkunum. Teir vildu orðna tað sjálvir.
Men týskararnir vóru ikki fyrireikaðir til eitt slíkt átak. Tað var eisini grundin til, at tað gekk so galið á Furstenfeld Bruck, sum tað gjørdi. Ætlanin hevði jú verið at bjarga ísraelsmonnunum har og beina fyri partisanunum, men tað var so illa gjørt, at partisanarnir varnaðust og beindu fyri gislunum. Tað høvdu vit eisini varhugan av, meðan vit sótu í München.
Við olympisku leikunum í München vildu týskarnir tváa ymsar blettir úr fortíðini av sær og løgdu dent á, at leikirnir høvdu eitt menniskjansligt andlit.
Tí undraði tað okkum ikki, at okkara ljóshærdi vinmaður í bíleggingini var heilt útsløktur á at líta og tigandi, tá vit komu at biðja um pláss á stadion til minningarhátíðina.
Men eisini tað greiddi hann virðiliga úr hondum.