Ítróttarhøll ein politiskur rossahandil

Almenna byggingin av ítróttarhøllini á Sandi er ein politiskur rossahandil.

Tað staðfestir Tordur Niclasen, sum setti landsstýriskvinnuni í mentamálum ein fyrispurning stutt eftir Ólavsøku.

Tordur Niclasen, sum er fyrsti eykamaður hjá Miðflokkinum, vildi hava Helenu Dam á Neystabø at siga sær, um landsstýrið hevði broytt mannagongd í sambandi við bygging av ítróttarhallum.

Helena Dam á Neystabø hevur nú svarað, at komandi byggingin av høllini á Sandi er eitt undantak. Meiningin er ikki at tað almenna skal byggja hallir kring landið. Talan er um eitt eindømi, sigur hon.

Svarið hjá Helenu Dam á Nestabø sigur Tordi Niclasen somikið, at byggingin av høllini er ein rossahandil, sum skuldi til, nú verandi samgonga varð skipað.

Tað sigur hann við útvarpið hjá Kringvarpinum.