Hava vunnið bólkin
Klokkan 15.30 føroyska tíð skal føroyska hondbóltslandsliðið spæla triðja dystin í bólkaspælinum í Challenge-Trophy. Hesin er móti Letlandi, sum higartil hevur tapt fyri bæði Ísrael og Belgia, so á pappírinum er føroyska liðið uttan iva favrittur at vinna dystin.
Tað er heldur einki at ivast í, at okkara fegnar vilja hava fult fyri teir tríggjar dystirnar í bólkaspælinum, men hinvegin skal havast í huga, at okkara nú longu hava tryggjað sær fremsta plássið í dystinum. Næst eftir stigunum eru tað nevnliga innanhýsis dystir-nir, sum eru avgerandi fyri plaseringina, og her eru Føroyar so longu betri enn bæði Ísrael og Italia, sum skulu kappast um annaðplássið klokkan 13.30 fríggjadagin.
-jm
Støðan í bólki B eftir tvey umfør:
Landstigmál-
munur
1Føroyar 4+9
2Ísrael 2+4
3Belgia 2-2
4Letland 0-11
Kanska í sjónvarpinum
Føroysku kvinnurnar verða kanska partur av beinleiðis sending hjá stóru italsku sjónvarpsrásini, Rai.
Rai Uno fer nevnliga at senda beinleiðis, tá italia spælir sína hálvfinalu, og so er spurningurin, hvørt hendan verður móti Føroyum ella ikki. Føroyar skulu nevnliga spæla móti tvey?aranum í bólki A, og ikki fyrr enn fríggjakvøldið varð avgjørt, hvørt hetta verður Finnland ella Italia. Saman við Føroyum verða hesi bæði liðini søgd at vera favorittarnir í kappingini, og undan dystinum teirra millum tykist vera vónleyst at siga, hvør er favoritturin at vinna bolkin, og harvið sleppa undan at spæla móti Føroyum í hálvfinaluni!.
-jm