Útróður – ein doyggjandi vinna kring landið

Útróður hevur føtt manga familjuna í Føroyum upp ígjøgnum tíðirnar, og útróður hevur verið í flestu bygdum og økjum kring landið. Men alt broytist og soleiðis eisini við hesi vinnu, sum er doyggjandi. - Miðalaldurin á útróðrarmonnum hækkar, sum árini ganga, tí sera fáir ungir menn taka eftir, sigur Kári P. Højgaard, limur í vinnunevnd løgtingsins

FISKIVINNA

Vinnunevnd løgtingsins hevur seinastu dagarnar viðgjørt uppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacobi Vestergaard, um fiskidagar fyri komandi fiskiár. Ætlandi verður álit lagt fyri løgtingið, tá tingfundur verður seinnapartin í dag. Væntandi er tó ikki, at tað verður ein samd vinnunevnd, sum kemur við áliti í dag. Sum skilst, eru limirnir í vinnunevndini ikki á einum máli um øll viðurskifti, og tí er hugsandi, at talan eisini verður um minnilutaálit.
- Vinnunevndin er komin væl áleiðis, men tað er inni við land, at skerini eru, segði Kári P. Højgaard, limur í vinnunevnd løgtingsins, tá vit høvdu hann í telefonini í morgun.

Sama søga...
Sosialurin hevur skift orð við Kára P. Højgaard, nú vinnunevndin á hesum sinni nærkast endanum av viðgerðini av fiskidøgum.
Hann sigur, at orðaskifti um áseting av fiskidøgunum hevur verið ein fastur táttur á hvørjum ári, síðan hann kom uppí politik. Soleiðis eigur tað eisini at vera sambært lógini um vinnuligan fiskiskap.
- Men gongdin og boðskapurin hjá pørtunum, sum skula lata landsstýrismanninum í fiskivinnumálum tilmæli, er eisini at kalla hin sami á hvørjum ári. Havstovan og ICES mæla til munandi niðurskurð í veiðini, meðan meirilutin í fiskidaganevndini mælir til sama dagatal, tó at tann eini limurin í nevndini í hennara seinasta tilmæli mælir til at skerja bólk 5 við 5000 døgum.
Kári P. Højgaard vísir á, at Havstovan í sínum tilfari til landsstýrismannin mælir til, at bert bátar og skip, sum reka vinnuliga fiskiskap, eiga at sleppa at avreiða.
- Soleiðis, sum eg skilji tilmælið hjá Havstovuni, skal bólkur B burtur og bert fullriknir bátar avreiða. Her haldi eg, at Havstovan fer frá lívfrøðisligu ásetingunum og tilmælum yvir í politisku avgerðirnar, og tað haldi eg vera sera óheppið, sigur hann.
Løgtingsmaðurin vísir á, at sjálvsagt skal veiðitrýstið ikki verða ov stórt, men hann minnir samstundis á, at talið av fiskiførum er minkað munandi eins og umleið 40% av fólkinum, sum áður starvaðust í fiskivinnuni á sjógv og landi, er burtur úr vinnuni.
- Høvdu hesi fólk kunnað farið í eitt vællønt framleiðslustarv, sum skapti ringvirkningar í samfelagnum, var hetta neyvan tann stóri trupuleikin. Hinvegin er talið av arbeiðsleysum ikki ólíkt talinum av fólki, sum farin eru úr fiskivinnuni. Líkt er tí til, at her er ein ávísur samanhangur í tølunum.
Onnur atlit
Kári P. Højgaard heldur, at ov lítið rúm verður givið fyri øðrum atlitum, sum kunnu hugsast at hava týdning, tá ræður um lívfrøðiligu umstøðurnar hjá fiski í havinum.
Hann reisir tí spurningin, hvussu stórir aðrir stovnar eru, sum eitt nú liva av toski, hýsu og øðrum matfski – í kapping við fiski-og útróðrarmenn.
- Eg hugsi eitt nú um kóp, hval, skarv, havtasku og onnur fiskasløg og djór í havinum, sum taka úr hesum stovnum, sum vit tosa um. Hvussu hevur pelagiski fiskiskapurin við ávísari hjáveiðu, sum í ávísan mun er føðigrundarlagið, ávirka fugl og fisk á føroyaleiðini?
Hann reisir tí eisini purningin, um ikki royndarveiða eftir eitt nú havtasku á grunnum vatni ikki er ein gongd leið til betri stovnsrøkt.
- Kendur politikari og fiskimaður vísti fyri skjótt nógvum árum síðani á, at hetta fiskaslag saman við kópi og fugli tekur almikið úr fiskastovnunum.
Kári P. Højgaard sigur, at Rituvíkin hevur kókað við makreli í vikur, og sama hevur hann hoyrt ymsa aðrastaðni úr landinum.
- Men hava roynt at dyrgja, men bert hendinga makrelur er fingin á henda hátt. Einir tríggir smærri nótabátar, sum taka eini 20–30 tons tilsamans, hava loyvi at royna á fjarðunum eftir brislingi og sild. Eg haldi, at tað skuldi verið so sjálvsagt at heitt á hesar um at finna út av, hvørt tað ber til at veiða makrel við teimum nótum, teir brúka.
Løgtingsmaðurin vísir á, at makrelur er rovfiskur, og um hesin etur tann góða árgangin av yngli, er hetta ein nógv størri hóttan enn nakrir fáir B-fiskarar, sum hann tekur til.

Útróðrarmenn
Løgtingsmaður Sjálvsstýrisfloksins heldur, nú avgerð aftur skal takast um fiskidagar, at ein týðandi spurningur eigur at vera, um Føroyar skulu varðveita teir fáu útróðrarmenn, sum eftir eru ella ikki.
- Vilja vit varðveita bólk 5A og 5B, spyr hann.
Kári P. Højgaard vísir á, at fyri at hava rætt til A-fiskiloyvi krevst í fyrsta lagi, at maður hevur avreitt í minsta lagi 12 tons ella fyri 84.000 krónur í eitt fiskiár. Í øðrum lagi skal inntøka, sum stavar frá øðrum enn útróðri, ikki vera hægri enn 50.000 krónur.
Hann sigur, at henda upphædd er ikki dagførd, og skal slík treyt framhaldandi verða grundarlag undir slíkari áseting, má ein dagføring til.
- Eftir upplýsingum, sum eg havi fingið, eru bert 67 fiskiloyvir útskrivaði í bólki 5A seinasta fiskiár. Hesi loyvi hava 10.355 fiskidagar - ella 104 dagar í part. Tað sigur seg sjálvt, at við verandi gongd er tí bert talan um heilt stutta tíð, til eingin útróðrarmaður er eftir í bólki 5A. Løgtingsmaður Sjálvsstýrisfloksins vísir á, at miðalaldurin á útróðrarmonnum hækkar, sum árini ganga, tí sera fáir ungir menn taka eftir.
- Pensjónin er omanfyri 50.000 krónur um árið, og sjálvt um ein útróðrarmaður hevur røkt sjógvin alt sítt lív, verður hann soleiðis B-fiskari, tá hann fer um tey 67 árini.
Kári vísir til útróðrarmann, sum hann herfyri tosaði við.
- Hesin hevur verið útróðrarmaður burtur av og er framvegis rættiliga virkin. Hann vísti á trupuleikan við aðrari inntøku, tá hendan bert skal verða 50.000 krónur. Flestu fólk hava sínar føstu útreiðslur og skulu gjalda rentur og avdráttir av sethúsaognum. Haraftrat hevur útróðrarmaður útreiðslur av báti at dragast við.
Løgtingsmaðurin sigur, at tað eisini eru tíðarskeið av árinum, har tað ikki loysir seg at rógva út, og tá hevði tað komið væl við hjá útróðrarmonnum at kunnað arbeitt nakrar tímar uppi á landi, um tørvur er á eykafólki – ella at farið nakrar túrar til skips við skipum, sum hava trupult at fáa manning.
- Men nei, tað ber heldur ikki til, tí kipanin leggur upp til, at tú í staðin skal ganga óvirkin hetta tíðarskeið og fáa minstaforvinning.
Kári P. Højgaad heitir tí á landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, um at fáa broytt tey krøv, sum er galdandi fyri tað, sum rópt verður fullriknar útróðrarbátar.

Bólkur 5B
Løgtingsmaðurin vísir á, at í bólki 5B eru 652 loyvi útskrivað í fiskiárinum, sum nú rennur út.
- Landsstýrismaðurin hevur skotið upp at taka 5.000 dagar burtur úr bólki 5, og vit vita ikki, hvussu skipanin kemur at virka, og hvussu nógvar dagar eitt B-fiskiloyvi kann væntast at fáa, um tað skuldi hent, at uppskot landsstýrismansins verður samtykt óbroytt.
Kári sigur, at tað er trupult at fiska kring Føroyar, tí tað er streymhart og mangan buldrasligt veðurlag. Tí verða tað eisini altíð náttúrligar avmarkingar, serstakliga fyri smærru fiskiførini.
- Veruleikin er, at umleið 16 vikur um árið er streymurin rættiliga harður og avmarkar ella beinleiðis forðar línuveiði á innaru leiðunum. Harafturat kemur so avmarkingin í veðrinum, sum kann verða ymisk frá ári til ár.
Hann sigur, at teir fægstu, sum seta sítt álit á heimaútróður, hava seinnu árini fingið eina úrtøku, sum kann geva eina greiva tilveru, sum hann tekur til.
- Heldur er talan um blóð, sveitta og tár, sigur Kári P. Højgaard.
Hann vísir eisini á, at útróðrarbátarnir í bólki 4 eru
uppaftur verri fyri í skipanini.
- Ein útróðrarbátur yvir 15 tons, sum ikki hevur “børsað” sær nakrar eykadagar, hevur neyvan meiri enn slakar 60 fiskidagar at ráða yvir. Tað sigur seg sjálvt, at hesin ongan møguleika hevur at dríva útróður sum heilársvinnu, sigur løgtingsmaður Sjálvsstýrisfloksins, Kári P. Højgaard.