Trívast best á útivølli

Felags fyri Skála og B71, sum í kvøld hittast fyri fyrstu ferð nakrantíð í bestu deildini, er, at tey higartil bara hava vunnið á útivølli

Í kvøld verður søga skrivað á Skála. Tá fara Skála og B71 fyri fyrstu ferð nakrantíð at spæla ímóti hvøjum øðrum í bestu deildini. Hægsta støðið, sum uppgerð higartil hevur verið ímillum hesi feløgini, var á heysti í 2001, tá ið tey í endaspæli telvaðust um pláss í bestu deildini.

B71 endaði tað árið næstniðast í bestu deildini, og Skála endaði næstovast í næstbestu deildini. Í endaspælinum vann Skála og flutti upp, meðan B71 flutti niður. Á Sandi var úrslitið 4-1 til Skála, og á Skála vann B71 1-0.

Higartil í ár hevur tað hjá báðum feløgunum hilnast betri á útivølli enn á heimavølli. Skála hevur tvær tær seinastu ferðirnar fingið fult ávikavíst í Gøtu og í Vági. B71 hevur vunnið í Gundadali ímóti HB og á Argjum.

Sunnudagin megnaði B71 fyrsta stigið á heimavølli ímóti GÍ. Skála vann næstsíðsta sunnudag trilvaligan 3-0 sigur í Sarpugerði.

Síðsta sunnudag vóru Anders Rasmussen og Eli Hentze ikki tøkir hjá B71. Í gjárkvøldið var ikki greitt, um hesir báðir lyklaspælararnir verða førir fyri at spæla í kvøld.

Einasti skaddi Skála spælarin er Tony Rasmussen, sum eftir langan steðg er um at koma fyri seg aftur. Skála málverjin, Predrag Markovic, er orsaka av sjúku farin ein túr heim til Serbia. Tað sigst, at hann verður skjótur aftur.

Higartil hevur tað ikki bilað, at málverjin er burturstaddur. 16 ára gamli Hans Jørgensen hevur fingið møguleikan millum stólparnar, og tað kann ikki sigast annað, enn at hann hevur tikið av. Í tveimum dystum er einki mál farið ígjøgnum hjá honum.

Í Vági var ikki pláss millum teir fyrstu ellivu fyri liðformanninum Paula G. Hansen og Boga Gregersen. Lítil ivi man vera um, at í hvussu so er Pauli verður á vøllinum, tá ið fyrsta bríkslið hjá Lars Müller verður á Skála klokkan 18 í kvøld.