Bakarí
Heima á Sandi:
Í 25 ár hevur Guðrun Dalsgaard latið sandoyingum bakaravørur um diskin. Ikki tí, at hon er so ógvuliga gomul. Nei, men hon var bara 13 ár, tá hon byrjaði at standa í handlinum hjá grannanum, sum hevði bakarí.
Tað hevur dámt henni so mikið væl, at hon hevur hildið fram til denna dag og fer ivaleyst at gera tað eina tíð enn, sum vit skilja, tá vit støkka inn á gólvið í einasta bakarínum í oynni.
Tann fyrsta august í fjør vóru liðin 30 ár, síðan Anfinnur í Soylu lat upp bakarí á Sandi.
Hann arbeiddi frammanundan í bakarínum hjá Conradi Skaale í Havn, har hann eisini hevði lært.
Anfinnur greiðir frá, at hann øll hesi 30 árini hevur verið næstan einsamallur um at baka tað, sandoyingar hava etið av keyptum bakaravørum. Ein lærlig hevur hann havt hesi árini, sigur hann.
?Tað hevur verið spennandi, men øgiliga strævið. Soleiðis á leið tíggjunda hvørt ár havi eg havt feriu, sigur hann. Hann hevur havt tríggjar feriur, síðan hann lat bakaríið upp.
Tað hevur verið strævið í meira enn ein forstand, greiðir hann frá. Bæði tá nógv hevur verið at gjørt, men so sanniliga ikki minni, tá lítið hevur verið at baka.
?Sum nú tá kreppan var herfyri. Tá var mangan lítið at gera, tí eingin keypti slíkt, tey kundu gera sjálv, sigur bakarin á Sandi.
Fiskavirkini lótu aftur, og allar konurnar vórðu sendar til hús. So tað var eyðsæð, at rullukøkur og wienerbreyð var ikki tað fyrsta, fólk brúktu pengarnar til. Har varð alt, sum til bar, bakað heima.
Seinni er so vend komi íaftur, og nú koma fólk tíðari inn á gólvið hjá bakaranum.
Anfinnur í Soylu er bæði bakari og konditttari, so har fást bæði rugbreyð og moccakøkur, eins og sniglar og rundstykki.
?Soleiðis var læran, tá eg lærdi, greiðir hann frá. Bæði bakari og kondittari í einum. Og tað var einki við, at lærlingarnir fingu frí úr bakarínum at ganga í skúla. Nei, tað skuldi gerast um kvøldið, samstundis sum bakað varð um náttina og morgunin.
Framman fyri bakarínum er sølubúð, sum vanligt er hjá bakarum yvirhøvur. Sýnisgluggin er freistandi hjá honum, sum dámar ein góðan bita afturvið kaffinum. Men eisini hjá øðrum, sum hava aðrar ætlanir, veit bakarin at siga frá.
Innbrot hevur hann eisini havt, hesi árini, hann hevur havt bakaríið.
?Men tað var nú ikki eftir weinerbreyðum ella slíkum, sigur hann, uttan at stjala pengar.
Umframt Anfinn og Guðruna, er eisini ein onnur ekpeditrisa, sum skiftir við Guðruna.
?Og ikki minst er tað frúan, sum hevur hildið skil á øllum tølunum øll hesi árini, sigur Anfinnur í Soylu, bakari á Sandi, sum bara nikkar, tá spurt verður, um hann hevur hug at halda fram nøkur ár enn.