Á onkran hátt var lagt upp til, at vit fóru at fáa innlít í ta breiðu semju, sum eftir øllum at døma er millum allar flokkar á tingi – uttan Sambandsflokkin, sum leyp frá í síðstu løtu við eini fráboðan um, at hinir fimm flokkarnir æ5la og fara at taka Føroyar úr ríkinum uttan at hava ánilsi fyri, hvat síðani skal henda.
Tað er so tann svarta myndin. Vit vita, at politikarar kunnu vera opportunistiskir, men neyvan er nakar politikari ella flokkur – ikki ein gong Tjóðveldi, sum hevði lopið út í eitt slík eksperiment. Tað er í lagi, at Bárður og Eyðdis siga frá, tá tey ikki fáa sovið um náttina, tí tey vænta at hini fara at loysa. Men tey áttu heldur at greitt frá sínum ætlanum – ítøkiliga. Enn eru bara komnir onkrir tankar um okkurt óítøkiligt »samband 2.0«, sum ikki ljóðar serliga seriøst. Og tað liggur heldur ikki í okkara makt at fáa onnur at halda, at ein 'heimastýrislóg 2.0' fer at loysa tær avbjóðingarnar, vit hava.
Sjálvandi skulu vit hava størri heimildir, og sjálvandi skulu vit umboða okkum sjálvi úteftir. Fyri tað er ikki neyðugt at kasta allar fyrimunirnar við ríkisfelagsskapinum fyri borð. Tað sigur seg sjálvt.
Tað var fyrrverandi formaður Sambandsfloksins, sum fyrstur var við tankanum um »ríkjafelagsskapin« í ólavsøkurøðu løgmans í 2012, tá hann segði: »Tað verður neyðugt at skipa okkara ríkisfelagsskap av nýggjum. Eg droymi um ein ríkjafelagsskap við trimum sjálvstøðugum londum«.
Og so var tað Mette Frederksen, sum í 2023 í síni setanarrøðu í Fólkatinginum segði soleiðis: »Der var engang, hvor der var Danmark, og så var der to andre lande i rigsfællesskabet. Det er slut nu. Det er ikke Danmark, der skal bestemme fremtiden for hverken Grønland eller Færøerne. Det er en beslutning, der tilhører Nuuk og Tórshavn.
Men så længe vi har et rigsfællesskab. Og det håber jeg personligt, vi har i mange år endnu. Så skal det være et ligeværdigt samarbejde mellem tre lande, tre folk, tre regeringer. Og tre sprog.«
Tað er hesum møguleika, sum vit eiga at taka av. Tað kann spyrjast gott burturúr, um vit varðveita okkara rættindi í ríkisfelagsskapinum – og hava myndugleika at umboða okkum sjálvi. Her eiga allir flokkar at standa saman.