- Í fjør brúktur kommunurnar meiri til rakstur og íløgur enn undanfarnu tvey árini.
- Samstundis eru skattainntøkurnar vaksnar og annað árið á rað høvdu kommunurnar avlop.
Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Í 2011 vóru útreiðslurnar hjá kommununum til rakstur og íløgur 1.450 milliónir krónur.
Hetta var 50 milliónir meira enn í 2010.
Síðani 2001 eru útreiðslumar farnar úr góðum 700 milliónum upp í 1,7 milliard í 2008.
Útreiðslurnar minkaðu so í tvey ár til í fjør, tá ið gongdin aftur vendi.
Í 2008 gjørdu kommunurnar óvanliga nógvar íløgur. Árið eftir, í 2009, fullu rakstrar- og løguútreiðslurnar 300 milliónir, sum er ein minking á 16%.
Seinastu trý árini hava útreiðslurnar ligið um 1,4 milliard.
Í 2011 vóru skattainntøkurnar hjá kommununum 1.534 milliónir krónur og tað var 64 milliónir meira enn í 2010.
Valan var um ein vøkstur á 4,4%.
Í 2001 var skatturin umleið ein milliard, síðan tá hevur gongdin víst ein javnan hóvligan vøkstur, uttan í 2009, tá fíggjarkreppa var.
Nú er samlaði skatturin hjá kommununum 1,5 milliard eina hálva milliard meiri enn í 2001.
Fyrst í øldini høvdu kommunurnar stór yvirskot, sum blivu brúkt til at rinda niður skuld.
Í 2006 vóru kommunurnar sum heild at kalla skuldarfríar, men tær stóru íløgurnar í 2007 og 2008 vórðu fíggjaðu kommunurnar við lánum, so nettoskuldin fór úr 100 milliónum í 2006 upp í 700 milliónir í 2009.
Hóast kommunurnar ikki hava rindað skuldina aftur í stórum síðan tá, er lutfallið millum nettoskuldina og skattin tó fallið heilt fitt.
Í 2009 høvdu kommunurnar eina nettoskuld sum var um 55% av skattainntøkunum og í 2011 var hetta fallið niður í 46%. Orsøkin er, at skuldin minkar spakuliga, samstundis sum at skattainntøkan veksur.
Í 2001 vóru renturnar 56 milliónir, og fullu tær niður í 10 milliónir í 2006. Í 2009 vóru renturnar um 45 milliónir og eru nú aftur umleið 40 milliónir, sigur Hagstovan.
Myndin vísir raksturin og íløgurnar í einari striku og skattin í einari striku, har skatturin er hægri enn íløgurnar í 2001 og aftur hægri enn íløgurnar í 2011