Forlagið FANNIR hevur sett sær fyri at prenta aftur nakrar av elstu upprunasjónleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið nógv spældir í Føroyum.
Viðmerkingar eru skrivaðar til leikirnar, og eru greinir skrivaðar um teir, eru tær prentaðar við.
Fyrsti leikurin í røðini var ”GUNNAR HAVREKI”, 1889, sum Rasmus C. Effersøe skrivaði.
Nú kemur so trettanda leikritið, ”TÁ ØLL VILDU GIFTAST”, sum danin Peder R. Møller skrivaði um 1910. Jóhan Hendrik Poulsen (1869-1954) úr Skopun týddi leikin, sum kom út á føroyskum í 1925.
Leikurin er í tveimum pørtum. Umframt í Havn hevur hann verið spældur í fleiri bygdum í Føroyum.
Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis.
Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd.
Leikrit 13 er 96 síður.