Treystitalið minkað, men er framvegis yvir miðal

Nýggja konjunkturkanningin hjá Fíggjarmálaráðnum vísur m.a. framgongd í smásøluni, men afturgongd í tilfeingisvinnuni

 

Tølini frá nýggjastu konjunkturkanningini hjá Fíggjarmálaráðnum vísa, at treystitalið er minkað úr 31 niður í 26 seinasta hálvárið, men tað er framvegis oman fyri miðaltalið fyri allar kanningarnar, ið eru gjørdar síðani 2006. Afturgongdin sæst aftur í tilfeingisvinnuni, tænastuvinnuni og hjá brúkarunum. Vísitølini fyri byggivinnuna og smásøluhandil vísa eina lítla framgongd.



Bjartskygni í húsarhaldunum


Metingin, ið brúkararnir hava av fíggjarstøðuni í húsarhaldinum, er tann besta, ið er máld síðani kanningarnar byrjaðu. Húsarhaldini eru tó mestsum líka jalig sum tey vóru undanfarnu trý árini, tá mett verður um fíggjarstøðuna um eitt ár í mun til í dag.



Byggivinnan væntar tørv á arbeiðsmegi

Vísitalið fyri byggivinnuna er á nøkulunda sama høga støði eins og í kanningunum seinastu 3 árini og liggur framvegis oman fyri langtíðarmiðal. Byggivinnan hevur í miðal tryggjað arbeiði meira enn hálvtannað ár fram, og hetta er tað mesta síðani spurnakanningarnar byrjaðu. Væntaði tørvurin á arbeiðsmegi komandi árið verður mettur at vera á umleið sama støði í mun til kanningarnar seinastu 3 árini.



Framgongd í smásøluvinnuni

Í smásøluvinnuni er treystið gott og bjartskygnið vaksandi. Treystitalið fór úr 32 upp í 41 seinastu 5 mánaðirnar. Bæði metingin av sølu og arbeiðstørvi komandi árið er jaligari enn í januar. Tey seinastu tvey árini hava alsamt fleiri fyritøkur í tænastuvinnubólkinum mett, at framgongd hevur verið. Í mun til í januar meta fleiri, at tørvur verður á fleiri starvsfólkum næstu 12 mánaðirnar.




Úrslitið frá kanningini sæst á heimasíðuni hjá Hagstovuni.