Treytaðan dóm fyri at sláa og hótta

Tvær ávikavist 16 og 17 ára gamlar gentur fingu í Føroya Rætti í morgun treytaðan dóm við ongari revsitíð fyri at hava sligið og hótt eina javnaldrandi grønlendska gentu Hendingin fór fram 26. August í ár við fótbóltsvøllin hjá Dueodde Efterskole í Nexø á Bornholm. Tær báðar føroysku genturnar vildu hava greiði á ymsum málum viðvíkjandi grønlendsku gentuni, sum millum annað hevði følt upp á eldru føroysku gentuna.

Kjakið førdi til, at tann eldra føroyska gentan sló grønlendsku gentuna við flatari hond tvær ella tríggjar ferðir á síðuna á høvdinum. Seinni hótti hin yngra grønlendsku gentuna við einum dolki, sum hon hevði fingið frá einum dreingi, tær høvdu boðsent.

Báðar føroysku genturnar vórðu seinni sendar heim av skúlanum. Onnur arbeiðir nú í Føroyum og ætlar sær í skúla aftur eftur summarfrítíðina komandi ár, meðan hin er á ungdómsstovni í Danmark, har hon byrjar skúlagongd í januar.

Ákærin mælti til ein treytaðan dóm við ongari revsitíð, men tó við eini royndartíð upp á eitt ár. Verjin tók undir við hesum, og dómarin valdi at fylgja tilmælinum og dømdi báðar genturnar treytaðan dóm.