Í fjør gav Bókadeildin út bókina Oyggin í havinum og í vár eisini Nykrósutjørn, sum vóru fyrsta og onnur bókin í røðini av fýra, sum Annika Thor hevur skrivað. Og nú kemur triðja bókin: Havsins dýpi. Karl N. Hansen týddi. Bøkurnar kunnu verða lisnar leysar hvør av aðrari.
Í undanfarnu bókunum hoyrdu vit um, tá ið Steffi og lítla systir hennara, Nelli, vóru sendar úr Wien í Eysturríki til Svøríkis at vera, tí týskarar høvdu hersett heimland teirra. Steffi var tá 12 ára gomul, og Nelli nøkur ár yngri. Mamman og pápin vóru eftir í Wien, tí tey fingu ikki loyvi at fara.
Í Havsins dýpi er Steffi vorðin 15 ára gomul og er í Gøteborg, har hon gongur í framhaldsskúla. Nelli er eftir í oynni. Kríggið er ikki endað enn, og Steffi og Nelli eru bangnar um mammuna og pápan, sum eru í fangaleguni Theresienstadt. Genturnar gerast eisini, sum tíðin líður, meiri svenskar, og hetta er ein stórur trupulleiki hjá Steffi.
Steffi býr hjá vinkonuni Maj og teimum í Gøteborg. Men besta vinkona hennara í oynni, Vera, gongur aðrar leiðir. Tær tríggjar javngomlu genturnar, Steffi, Maj og Vera eru nú um at gerast vaksnar.
Eitt afturvendandi evni, sum hevur verið viðgjørt í undanfarnu bókunum, er sambandið millum Steffi og strongu fosturmammuna. Í hesi bókini loysnar knúturin eitt sindur, og kærleikin, sum veksur teirra millum, sleppur dyggiliga at standa sína roynd, men Steffi verður ikki svikin.
Havsins dýpi er 183 bls. og kostar kr. 140 í bókabúðunum. Bókin er umbrotin, prentað og heft á Hestprent, Tórshavn.