Triðja steypafinala hjá Bárði

Sunnudagin verður steypafinalan í flogbólti í Danmark spæld í Odense Idrætshal. Og verður hon send beinleiðis á TV2 Sport kl. 14. Og føroyskt íslett verður at síggja

Føroyski Bárður Bendix Mikkelsen er ikki ársungi innan flogbólt. Sunnudagin verður tað triðju ferð, at Bárður er í donsku steypafinaluni. Hinar báðar finalurnar vóru afturi í 2001 og 2002, tá Bárður spældi við Holte IF. Bæði hesi árini var mótstøðuliðið Aalborg HIK, og hesi árini vann hann ávíkavist silvur og gull heiðursmerki.


Lokalbrak á Fjóni

Middelfart VK, ið Bárður umboðar, skulu møta favorittunum Marienlyst Odense Volley, so talan verður um eitt satt lokalbrag á Fjóni. Seinast liðini møttust var nýggjunda januar, og tá vunnu Bárður og liðfelagar hansara, heldur óvænta, 3-0 á útivølli móti Marienlyst. Bæði liðini hava havt eitt hart program her í januar mánað, so tað verður spennandi sunnudagin um allir verða heilt klárir til finaluna. Skaðar hava millum annað gjørt um seg á báðum liðunum.

- So seint sum í gjár leiktu vit ein harðan dyst heima móti Aalborg HIK, har vit megnaðu at vinna 3-0. Men dysturin merkis í fótinum hjá mær í dag. Havi tann síðsta mánaðin havt ein lítlan skaða í vinstra fóti.


Vegurin til finaluna

Vegurin hjá Middelfart til finaluna hevur verið harður. Fyrst á útivølli í áttandapartsfinaluni móti Randers VK, har Middelfart vann 3-1, og síðani aftur á útivølli í fjórðingsfinaluni, tá teir møttu Lyngby Volley. Í Lyngby vunnu Bárður og liðfelagar hansara 3-0, og so var lagt upp til ein spennandi dyst í Middelfart, har Aarhus Volley skuldu koma á vitjan í hálvfinaluni. Dysturin bleiv eisini spennandi, men Middelfart VK drógu frá og vunnu 3-1, og so var finalusessurin tryggjaður.

Aarhus Volley er annars liðið, ið Joana S. Joensen, av Tvøroyri, spældi við, tá hon var í Danmark í lestrarørindum.


Marienlyst eru favorittar

Marienlyst Odense Volley eru smáfavorittar til finaluna sunnudagin, og hetta kemst óivað av at teir liggja sum nummar eitt í elituseriuni í Danmark. Nummar tvey eru gamaní Middelfart VK, men sum oddalið hava Marienlyst liðið ein lítlan favorittstatus til finaludagin.

Marienlyst hava spælt 10 dystir og hava bert tapt tann eina, og tað var móti júst Middelfart. Middelfart hinvegin, eru fýra stig aftanfyri, á øðrum plássi. Teir hava somuleiðis spælt 10 dystir, men hava tapt trýggjar av teimum. Beint í hølinum á Bárði og liðfeløgum hansara liggur Gentofte Volley, bert tvey stig aftanfyri. So spennandi verður at fylgja við, hvussu leikur fer. Hiðani verður í øllum førum ynskt Bárði alt tað besta, eina góða finalu, og góðan byr framyvir.


Søgan hjá liðunum

Middelfart hava samanlagt verið í fýra finalum áðrenn hesa (1976, 1977, 1980, 2006).

Av teimum fýra ferðunum, er tað blivið til trýggjar gull og eina silvur.

Hjá Marienlyst er talan bert um teirra aðru finalu. Teirra fyrsta var í 2004, og tá vunnu teir.

Annars er vert at nevna at seinastu tvey árini hevur Gentofte Volley vunnið finaluna.




Fakta


Støðan í Elituseriuni í Danmark:


1 Marienlyst

10 9 0 1 27-7 18

2 Middelfart VK

10 7 0 3 23-10 14

3 Gentofte Volley

10 6 0 4 23-14 12

4 Aalborg HIK

10 4 0 6 16-21 8


5 Aarhus Volley

9 4 0 5 13-20 8

6 Hvidovre VK

9 2 0 7 9-22 4


7 ASV Århus

10 2 0 8 8-25 4



Fakta 2:


Vegurin hjá finalistunum til finaluna:


Middelfart VK (Við Bárður Bendix Mikkelsen á liðnum):


Randers VK (Útivøllur) 3-1 (21-25, 9-25, 25-19, 15-25)

Lyngby Volley (Útivøllur) 3-0 (15-25, 15-25, 20-25)

Aarhus Volley (Heimavøllur) 3-1 (25-17, 25-14, 22-25, 25-20)



Marienlyst Odense Volley:


Midtfyns VK (Útivøllur) 3-0 (19-25, 15-25, 27-29)

Aalborg HIK (Útivøllur) 3-0 (16-25, 21-25, 14-25)

Gentofte Volley (Heimavøllur) 3-1 (25-23, 25-16, 22-25, 25-20)