Fyri triðju ferð í heyst hevur føroyska U-21 landsliðið í kvøld lagt rygg til fýra mála tap á útivølli.
Føroyska liðið spældi í kvøld í Aalborg ímóti Danmark, og úrslitið var 4-0 heimasigur, eftir at støðan í hálvleikinum var 2-0.
Føroyska liðið var væl við í 1. hálvleiki, tá ið teir hvítu høvdu onkrar royndir ímóti danska málinum, men tað eydnaðist ikki at fáa mál.
Tá ið eitt korter var farið skoraði Danmark tvær ferðir. Í báðum førum var tað eftir uppspæl í høgru, har sera eyðsýndi Andeas Laudrup legði stórt trýst á føroysku verjuna.
Í 2. hálvleiki var Danmark greitt omaná. Men tað var føroyska liðið, sum fekk fyrsta risa stóra møguleikan at skora mál. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, eftir at ein av donsku verjuspælarunum hevði brúkt hondina. Jóan Símun Edmundsson royndi seg úr ellivu metrum, men málverjin tveitti seg til vinstru og møtti bóltinum.
Eftir uppspæl í høgru skoraði Danmark tvey mál aftrat, og eina løtu kendist tað sum um, at talan skuldi verða um uppaftur størri skrædl. Síðstu tíggju minuttirnar mentist føroyska liðið, og tá tiltuskaðu føroyingarnir sær fleiri hornaspørk, sum tað ikki spurdist nakað mál burturúr.
Danmark-Føroyar 4-0 (2-0)
U-21 EM undankappingardystur á Energi Nord Arena í Aalborg fríggjadagin 7. oktober 2011 kl. 18.00
1-0: Rasmus Falk 15.
2-0: Mads Albæk 17.
3-0: Nicklas Helenius 60.
4-0: Emil Larsen 69.
Dómarakvartett úr Rumenia: István Kovács, Zoltán Székely, Miklos Istvan Nagy og Serbastian Coltescu
Danmark: Kristian Fæste - Frederik Sørensen (Kasper Hansen, 66.), Jores Okore, Jannik Vestergaard, Jesper Lauridsen - Thomas Delaney, Mads Albæk, Rasmus Falk (Osama Akharraz, 72.) - Andreas Laudrup, Nicklas Helenius (Simon Makienok, 77.), Emil Larsen
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Nicolai Larsen, Daniel Høgh, Mathias Wichmann, Jens Stryger Larsen
Gult kort: eingin
Venjari: Morten Wieghorst
Føroyar: Teitur Gestson, HB René S. Joensen, Brøndby IF, Viljormur Davidsen, FC Fyn, Erling Jacobsen, Víkingur (Gunnar Zachariasen, AB Danmark, 56.), Høgni Eysturoy, B36 Klæmint A. Olsen, NSÍ (Páll A. Klettskarð, Víkingur, 89.), Róaldur Jacobsen, B36 (Karl Løkin, ÍF, 75.), Hallur Hansson, HB, Heini Vatnsdal, FC Suðuroy, Gilli Sørensen, TB Jóan Símun Edmundsson, Newcastle.
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hans Jørgensen, 07 Vestur, Sørmundur Kalsø, KÍ, André Olsen, B68, Dánjal á Lakjuni, ÍF.
Gult kort: Hallur Hansson, Gilli Sørensen
Venjarar: Heðin Askham og Bill Jacobsen
Liðugt
4-0
3 minuttir eru lagdir aftrat.
90 min.
4-0
Andreas Laudrup í høgra borði hevur verið fantastiska væl upplagdur og eyðsýndur í høgra borði. Tað hevur havt við sær, at Høgni Eysturoy, sum er á óvanda vinstra vongverja, hevur havt tað strevið. Kortini hevur Høgni Eysturoy havt skot av brotsteigarmarkinum.
Páll Klettskarð er komin á vøllin í staðin fyri Klæmint A. Olsen.
85 min.
4-0
Føroyska liðið hevur seinastu tíggju minuttirnar havt fýra hornaspørk, uttan at málmøguleikar eru komnir burturúr.Eina løtu tóktist tað sum um, at orkan av álvara gekk undan hjá føroysku spælarunum, men teir eru rættuliga ernaðir aftur.
80 min.
4-0
Seinasta løtan hevur verið tann besta í 2. hálvleiki hjá føroyska liðnum. Gilli Sørensen hevur av brotsteigarmarkinum havt góða roynd inn við stólparótini, men málverjin bjargaði til horna.
75 min.
4-0
Karl Løkin er komin á vøllin fyri Róald Jacobsen.
Rasmus Falck, sum skoraði til 1-0 og legði upp til fjórða málið, er farin út, og í hansara stað er komin Osama Akharraz.
Nicklas Helenius er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Simon Makienok.
Danir dríva á, og tað er torført hjá føroyingunum, sum eru fanir at møðast.
70 min.
4-0: Emil Larsen 69.
Enn eina ferð hava danir skorað eftir uppspæl í høgru og innlegg. Málskjútti var Emil Larsen úr Lyngby, sum var púra blankur ein metur frá handara stólpanum.
Føroyingarnir eru farnir at møðast, og tað gongst illa hjá teimum at fylgja væl uppløgdu dønunum.
65 min.
3-0
Kasper Hansen er komin á vøllin í staðin fyri Frederik Sørensen, sum fór av vøllinum eftir samanstoytin við Gilla Sørensen.
Fyri leikbannaða Rógva Holm er Viljormur Davidsen liðformaður á føroyska liðnum.
60 min.
3-0: Nicklas Helenius 60.
Tað sær ikki gott út í vinstra verjuborði á føroyska liðnum. Hesa ferð var tað Nicklas Helenius, sum eftir framlegging sneiddi seg leysan í høgru og framvið fleiri verjuspælarum, áðrenn hann úr stuttari fjarstøðu sendi bóltin upp í nettakið í handara borði.
Eftir útskiftingina er Heini Vatnsdal fluttur aftur í miðverjuna, meðan Gunnar Zachariasen er komin inn á miðvøllin.
Gilli Sørensen hevur sæð gult fyri at hava ælbogan ov høgt í nærdysti.
55 min.
2-0
Føroyar hava havt risa møguleika at minka um munin, men Jóan Símun Edmundsson misnýtti brotssparkið, sum danski málverjin bjargaði. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, eftir at ein av verjuspælarunum hevði spælt bóltin við hondini.
Gunnar Zachariasen er komin á vøllin í staðin fyri Erling Jacobsen
50 min.
2-0
Fyrstu løtuna eftir steðgin hevur Danmark havt greiða yvirvág í spæli. Teitur Gestson hevur longu havt tríggjar bjargingar.
Eftir at føroyska liðið fyrstu minuttirnar var heilt væl við og í løtum sýndi gott álopsspæl, setti Danmark seg fullkomuliga á spælið. Innanfyri tveir minuttir skoraðu danir tvey mál eftir uppspæl í høgru, og síðani hevur føroyska liðið mest sum støðugt verið í verjustøðu, meðan lættbeintu og hugflogsríku donsku spælararnir hava havt bóltin. Teir hava fleiri ferðir verið í føroyska brotsteiginum, men teir hava ikki skorað fleiri mál.
45+1 min.
Hálvleikur
2-0
40 min.
2-0
Støðan er tann sama, og gongdin hevur verið tann sama.
25 min.
2-0
Eftir øgiliga spurtin, sum heimaliðið hevði eina løtu, er leikferðin lækkað eitt sindur. Tað ber við sær, at møguleikar eru hjá føroyingunum at skipa verjuspælið betri. Føroyskt álopsspæl hevur einki verið at sæði til, síðani Danmark skoraði fyrra málið.
Hallur Hansson hevur sæð gult fyri ófantaliga takling frammarlaga á miðvøllinum.
20 min.
2-0: Mads Albæk 17.
Nú gongur skjótt við málskjótingini í Aalborg. Bara tveir minuttir eftir fyrsta málið skoraðu danir aftur. Í seinna førinum var tað liðformaðurin Mads Albæk, sum úr spískum í høgru skoraði eitt sindur bíligt mál.
Føroyska liðið er um ein háls í skjóta og hugflogsríka danska samanspælinum.
15 min.
1-0: Rasmus Falk 15.
So er Danmark á odda. Eftir spælbýtinum higartil kennist tað harmuligt. Í klassiskum spæli hjá danska landsliðnum, varð Rasmus Falk spældur leysur í høgru, og hann skoraði úr eitt sindur spískum og í handara síðunetið.
Eftir fína framlegging í høgra borð frá Róaldi Jacobsen rann Gill Sørensen seg leysan. Hann royndi seg úr spískum, og málverjin bjargaði til horna. Lítla løtu seinni royndi Heini Vatnsdal seg við góðum langskoti, sum málverjin bjargaði. Og so spældi sera væl upplagdi Jóan Símun Edmundsson Gilla Sørensen ígjøgnum mitt fyri, men hann varð akkurát taklaður, áðrenn hann gjgørdist púra leysur.
Higartil hevur føroyska liðið staðið seg væl í fótbóltsspælinum.
10 min.
0-0
Eftir gott uppspæl í høgru og innlegg hava danir misnýtt risa møguleika mitt fyri málinum. Bólturin varð sendur upp um føroyska málið.
5 min.
0-0
Bestu royndina higartil hevur føroyska liðið havt. Gilli Sørensen varð spældur leysur í vinstru, men málverjin bjargaði.
Danmark hevur havt bóltin mesta partin av fyrstu løtuni, men talan er ikki um ógvusligt trýst.
Danmark: Kristian Fæste - Frederik Sørensen, Jores Okore, Jannik Vestergaard, Jesper Lauridsen - Thomas Delaney, Mads Albæk, Rasmus Falck - Andreas Laudrup, Nicklas Helenius, Emil Larsen
Føroyar: Teitur Gestson, HB René S. Joensen, Brøndby IF, Viljormur Davidsen, FC Fyn, Erling Jacobsen, Víkingur, Høgni Eysturoy, B36 Klæmint A. Olsen, NSÍ, Róaldur Jacobsen, B36, Hallur Hansson, HB, Heini Vatnsdal, FC Suðuroy, Gilli Sørensen, TB Jóan Símun Edmundsson, Newcastle.
Fyrr í dag varð greitt, at liðformaðurin Rógvi Holm er leikbannaður. Tí var neyðugt at umskipa miðverjuna, og Viljormur Davidsen, sum var ætlaður vongverjaplássið í vinstru, er nú í miðverjuni saman við Erling Jacobsen. Stóri og stinni Heini Vatnsdal, sum onkra ferðina hevur verið í miðverjuni, er hesa ferð á miðvøllinum.
Á beinkinum sita Hans Jørgensen, 07 Vestur, Sørmundur Kalsø, KÍ, Karl Løkin, ÍF, André Olsen, B68, Dánjal á Lakjuni, ÍF, Gunnar Zachariasen, AB Danmark, og Páll Klettskarð, Víkingur.
Saman við Rógva Holm verður Kaj Leo í Bartalsstovu millum áskoðararnar.