Súsan og Bjarni skulu yvirtaka skósøluna Fótbúni eftir mammu hansara Marjun, sum nú heldur, at tíðin er komin at lata yngra ættarliðið taka við.
Hervið er Bjarni triðja ættarlið í hesi ”skógvaætt”. Tann fyrsti í røðini var Karl Joensen. Hann var ættaður av Eiði, sonur Jógvan í Skorini og Marsannu, sum var ættað úr Funningi .
Tey vóru sjey systkin. Teir vóru fýra brøður Rasmus, Eliesar, Edvard og Karl. Systrarnar vóru Anna Sofía, Elisabeth og Karin.
Tveir av brøðrunum og ein bróðursonur gjørdust skómakarar. Eliesar fór til Klaksvíkar, har hann fór at arbeiða sum skómakari. Her kom hann at vera kendur sum Skós, og framvegis er skógvaforrætning hjá hansara eftirkomarum, sum eisini kallast Skós, í miðbýnum í Klaksvík. Jógvan, sonur Rasmus, sum fekk sær Skorheim til eftirnavn, gjørdist eisini skómakari í Klaksvík.
Karl var føddur í 1910, og hjá einum bygdardrongi tá í tíðini var ikki so nógv at velja í uttan at fara til skips. Karl vildi hava okkurt annað at dúva á, og hann fór tískil til Klaksvíkar at læra til skómakara hjá beiggja sínum Eliesari. Karl fór aftur til Eiðis, og tey fyrstu árini skósaði hann um veturin og var til skips um summarið. Sum nógvir eiðismenn og millum hesar eisini beiggjar hjá honum, sigldi hann við Bartal í Kass av Strondum. Fyrst tvey árini við Fagranes og síðan níggju ár við Austerlitz.
Karl hevði nógv at gera við at umvæla skógvar, tá ið hann var heima. Tað var so nógv, at onkuntíð plagdi Edvard beiggin, at hjálpa honum. Hann sigldi eisini nógv ár við Bartal.
Her gekk eisini nógv fólk inn á verkstaðið bert fyri at práta. Tað var ofta ein serligur hugni við skómakaraverkstøðum. Hetta var eitt arbeiði, har tað væl bar til bæði at práta og arbeiða í senn. Tí komu fólk ofta inn á gólvið at fáa eitt prát.
Yvirlivdi eitt forliss, slapp undan tí næsta
Aftaná Austerlitz fór Karl at sigla við trolara, og skógvarnir vórðu hesa tíðina settir á hyllina.
Hann fór at sigla við Tór 1. Men nú er kríggið komið, og harvið var tað vandafult at sigla. Hetta kom Karl skjótt at merkja.
Longu tann 10. desember 1940 fekk Tór 1 eina minu í trolið, tá ið teir fiskaðu nær Glettingarnes undir Íslandi. Minan sprongdist, og skipið fekk so stóran leka, at tað sakk. Teir vóru 18 mans við. Millum hesar var beiggin Rasmus. Annar bjargingarbáturin var brotin, men øll manningin slapp í hin. Teir róðu so til lands og komu til Brúnavík norðanfyri Glettingarnes 5 tímar seinni. Hetta var fyrsti trolarin, sum fórst av krígsávum.
Seinni fekk Karl í boði at fara við Tór 2. Men hann hevði fingið ein slíkan hvøkk, at hann aftaná hesa hending ikki kundi sova umborð á skipi. Beiggi hansara Rasmus var tá við. Hann helt við Karl, tá ið hann sýtti fyri at koma við: ”Hatta gjørdi tú býtt.”
Tór 2 varð hendan túrin torpederaður av týskum kavbáti. Tað eydnaðist sum við einum undri trimum monnum at bjarga sær, meðan 18 menn druknaðu. Rasmus var ein teirra. Tað verður sagt, at veruliga var tað sonur hansara Poul, sum átti kjansin, og at Rasmus var farin við fyri Poul. Men soleiðis vildi lagnan tað hjá teimum báðum. Rasmus slapp undan fyrru ferð men ikki seinnu ferð. Tað sama var við skiparanum á Tór 1, Hans Poulsen. Hann var ein av teimum 21 monnunum, sum doyðu við Nýggjaberg, sum fekk somu lagnu sum Tór 2 í 1942.
Nú gjørdist tað skógvarnir
Nú var so liðugt hjá Karl at hugsa um sjólívið. Hereftir skuldi tað vera skógvarnar, hann helt seg til.
Spurningurin var, um hann skuldi fara til Havnar ella Klaksvíkar at arbeiða. Tað gjørdist Havnin.
Her útvegaði hann sær eini summarhús við trøð uppi á Villingardalsvegnum. Seinni varð bygt uppí, og her byrjaði hann at forsolla. Umframt hevði hann tvær kýr. Hann fekk sær eisini hønur, einar 5-600 í tali. Eggini vórðu seld í handlunum í Havn.
Karl giftist við Honnu Dortheu Poulsen, hon var dóttir Víka Andreu og Hanus í Pállshúsi á Eiði. Hanus gekk burtur við vestmannasluppini Doru á heysti 1931.
Karl og Hanna Dorthea fingu børnini Hans Paula, Egil, sum doyði í 1976, sama ár sum mamman, Rannvá, sum býr í Klaksvík og so Marjun.
Villingardalsvegur, sum tá meira enn nú var langt av landi skotin, var ov óhøgligt hjá kundunum. Tí var skipað so fyri, at skógvarnir kundu latast inn og heintast í Skipshandlinum hjá svágrinum Dánjal Jakku. Hann var giftur við systrini Onnu Sofíu, sum gjørdist 100 ár. Dánjal Jakku seldi eisini egg fyri Karl.
Hans Pauli minnist, at tað millum annað var hansara uppgáva at bera skógvarnar ímillum, til gongu sjálvandi. Hann minnist millum annað kokkin á Argjum, sum nýtti ortopediskar skógvar. Teir vóru so tungir, at hann orkaði bert at bera ein skógv í senn! Tískil mátti gangast tvær ferður bert við hesum eina parinum.
Í 1947 flytir Karl skósmiðjuna oman í Niels Finsensgøtu í eini hús, sum Jens Pauli av Reyni átti. Hetta var mitt í býnum, og tá slapst undan at nýta skipshandilin sum millumstøð. Her byrjaði Karl eisini at selja skógvar.
Tað hevur verið fyrst í 1955, at Karl flutti oman á hornið Tróndargøta/Dr. Jacobsensgøtu, har handilin framvegis er. Ì 1957 fluttu tey eisini oman har at búgva. Sum frá er liðið, minkaði arbeiðið sum skósmiðjur, og tað gjørdust meira og meira uppgávan at selja skógvar.
Skómakarí ein burturdottin vinna
Her kann verða nevnt, at tað er neyvan nakað fak, sum hevur upplivað so stórar broytingar sum júst hetta at vera skómakari.
Birgar Johannesen nevnir 22 skómakarar í Havn í fyrru bók sín i og fýra afturat í teirri seinnu. Teir vóru ikki bert skómakarar. Teir gjørdu eisini skógvar og høvdu fólk í arbeiði. Hetta var ein heil vinna tá í tíðini.
Men hetta er alt broytt. Nú verða skógvar blakaðir burtur, tá ið hol kemur á, tí tað loysir seg ikki at gera teir aftur. Tí er neyvan nakar av teimum gomlu góðu skómakarunum eftir.
Tað er eitt danst orðatak, sum sigur: ”Skomager bliv ved din læst.” Hetta er so misvísandi sum nakað. Skómakarar hava ofta verið úrmælingar á fleiri økjum. Christian Holm Jacobsen, beiggi Dánjal Jakku, svágin hjá Karl, gjørdist ein av okkara fremstu vinnulívsmonnum.
Tað kann verða nevnt, at vit hava havt fleiri frásagnir um skómakarar í røðini Hendur ið Sleptu. Teir hava verið Jens Egholm, Thomas Juel Kjælnes, Jørgen Frants Jacobsen, abbi rithøvundan av sama navni og langabbi William Heinesen. Og eisini um pápi Jørgen Frants, sum kallaðist Poul Andreas Jacobsen. Hann var skómakari í Keypmannahavn Tað hava verið nógvir spennandi skómakarar.
Hjartalig fólk
Tað skal eisini sigast um Karl, at hann var sera virkin í Ebenezer. Ofta fór hann uppá talarastólin, eins og hann ferðaðist um landið við bátinum hjá Ebenenzer Boðberanum at halda møtir saman við øðrum. Hann hevði eisini samband við brøðrasamkomur í øðrum norðanlondum.
Karl og Hanna vóru sera hjartaliga fólk. Poul Færø greiðir, at hann búði hjá Karl eina tíð, tá ið hann ungur. Hann tekur til, hvussu góð tey vóru við hann. Hetta var tá ið Poul lærdi til málara og skuldi taka sveinastykki. Tann morgunin hetta hendi gramdi Poul seg um, at hann hevði havt marruna. Hann hevði droymt at ein ketta var farin í vindeygað, hann júst hevði málað. Karl helt, at hetta var eitt gott tekn. Hetta hevur eisini víst seg! Tey gjørdust eisini vinir til teirra doyggjandi dag.
Karl gjørdist ikki gamal maður. Hann var ikki fyltur 73 ár, tá ið hann knappliga doyði. Hann fór til gravar á 73 ára føðingardegnum.
Marjun tekur við
Tað var eingin at taka við beinanvegin, hóast Hans Pauli og Marjun hjálptu sum frægast fyrstu tíðina.
Men ein dagin sigur ein av ekspeditrisunum við Marjun, at ”vit hava brúk fyri einum afturat at standa í handlinum.”
Marjun arbeiddi tá sum sjúkrahjálpari á landssjúkrahúsinum. Frammanundan hevði hon gjørt sær greitt, at hetta ikki kom at vera hennara lívsstarv. Hon gjørdu ikki vandari enn at hon segði upp, og fór at taka sær av Fótbúna burturav. Hetta hevur eisini gingust væl. Nú eru øll húsini innrættað til handil, so úrvalið er stórt. Hervið hevur Marjun gjørt sítt til at halda lív í miðbýnum.
Marjun hevur ført handilin víðari á sama hátt sum pápin. Serliga á ein hátt hevur hetta verið gjørt øðrvísi enn hjá øðrum handlum. Hetta er við at hava opið sunnudag undan jólum, sum gjørdist tað vanliga fyri nakað nógvum árum síðani.
Men tað segði Karl nei til. Hann helt, at kundi hann ikki klára seg uttan at hava opið júst hendan sunnudagin í árinum, so kláraði hann seg ikki kortini. Hetta hevur Marjun hildið fast um. Tær, sum arbeiða, eru eisini fegnar um hetta. Nú fáa tær hendan dagin fyri seg sjálvar, sum tær eisini eisini hava brúk fyri í jólarokinum.
Triðja ættarlið tekur við
Marjun eigur sonin Bjarna, sum nú er 44 ára gamal. Hann er útbúgvin í Keypssamtøkuni í Havn og hevur arbeitt í 19 ár hjá Statoil, tey seinastu 9 árini í Danmark. Kona hansara er Súsan. Hon er fødd í Føroyum av donskum foreldrum. Tey komu til Føroyar í 1975 og skuldu bert vera her eitt ella tvey ár. Men hesi árini blivu 23! Nú eru tey aftur í Danmark.
Bjarni og Súsan eiga tvey børn, sum eru fødd í Danmark. Hetta er trý ára gamla Barbara og fimm mánaðar gamli Silas.
Nú høvdu tey hug til at koma aftur til Føroyar. Hetta var ikki minst galdandi fyri Susan, hóast hennara danska uppruna.
Tey eru komin heim at yvirtaka skógvahandilin eftir Marjun. Hetta hava tey uttan iva førleika til. Bjarni er jú vaksin upp við skóm alla sína tíð. Hann hevur eisini ofta verið saman við mamuni, tá ið hon hevur keypt inn.
Men sum Marjun sigur: ”Kunsturin er ikki so nógv at selja skógvar, sum tað er at keypa inn.” Hetta er eitt øki, har mótin skiftir so skjótt, serliga hjá konufólki. Verður keypt ov nógv inn av einum slagi, er vandin stórur fyri at brenna inni við stórum virðum.
Marjun er framvegis røsk, so hon fer at hjálpa teimum ungu í handlinum. Men hon bedýrar, at hon fer ikki at blanda seg!
Um at koma heim
Bjarni heldur, at eitt tað besta við at vera komin heim er, at hann aftur sleppur niðan í Gundadal at síggja HB spæla!
Súsan er 32 ára gomul. Hon er i barnbuðarfarloyvi í løtuni, men er annars útbúgvin fólkaskúlalærari frá N. Zahles Seminarium í Keypmannahavn. Hon hevur seinastu fimm árini arbeitt á einum donskum fólkaskúla. Her hevur hon millum annað undirvíst orðblindum næmingum í at brúka teldu sum hjálp til at lesa og skriva. Hon fegnast um, at tað júst í hesum døgum eisini í Føroyum verður sett fokus á børn og vaksin, ið hava stórar lesitrupulleikar.
Tey trivust ótrúliga væl niðri, so tað var ikki bara sum at siga tað at flyta heim aftur. Tey búðu á Viby á Sjællandi. Har høvdu tey sera góðar grannar og góð størv. Men eftir, at tey fingu Barbaru, fóru tey at droyma um eitt lív, har familjan var meira í hásæti, og har tey høvdu meira tíð til at njóta børnini, meðan tey vóru smá.
Tískil verður hetta triðja ættarlið, sum kemur at taka við handlinum hjá Karl. Spurningurin er so, hvussu tað verður við fjórða ættarliðnum! Tað er sjálvsagt nógv ov tíðliga at siga nakað um tað enn. Men Barbara er nú púra býtt, tí ið hon sær skógvar, ikki minst í einum sýnisglugga!
Vit ynskja teimum væl komin heim á klettarnar og alt tað besta, nú tey eru afturkomin.