Triði smuglarin deyður við rúsevni í maganum í Grønlandi

Síðani juni eru tríggir smuglarar deyðir, eftir at teir hava svølgt rúsevni. Løgreglan sær ein ørkymlandi gongd.

 

 

Ein 53 ára gamla maður doyði, tá hann ætlaði at smugla hassj til Grønlands í búkinum. Hasspakkarnir settu seg fasta og góvu honum bruna í tarmunum. Hann er tann triði, sum er deyður í ella á veg til Grønlands við rúsevnum, síðani juni. (Arkivfoto). - Foto: Lino Mirgeler/Ritzau Scanpix

Ein roynd at smugla pakkar við hassji til Grønlands í búkinum hevur kostað einum 53 ára gomlum manni lívið.

Harvið eru tríggir persónar deyðir síðani juni, tá teir royndu at smugla rúsevni til Grønlands við at svølgja tey.

Tað upplýsir Grønlands Politi í tíðindaskrivi.

– Tað er ógvuliga dapurt, at enn ein persónur er deyður av at smugla rúsevni. Bara í ár er hetta tann triði persónurin, sum doyr av hesi orsøk. Tað vísir tíverri eina ørkymlandi gongd, har fleiri seta lívið upp á spæl, sigur Malik Sandgreen, politikommiserur.

At smuglara seta lívið í váða, tá teir svølgja rúsevni, hevur leingi verið væl kent. Tá teir doyggja, er tað ofta av eini yvirdosis, tí pakkar við eitt nú koakini ella heroini skrædna í búkinum.

Tað var tó ikki orsøkin við hesum 53 ára gamla manninum, sum hevði svølgt pakkar við hassji. Pakkarnir hópaðu seg upp í tarmunum og skaptu bruna, sum hann doyði av.

– Líka mikið hvat er í pakkunum, er sera stórur vandi fyri, at teir seta seg fastar í maganum ella í tarmskipanini, sigur landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen í tíðindaskrivinum.

– Gera teir tað, kann tað skjótt vera lívshóttandi, tá tú eitt nú kanst fáa tarmakast ella aðra álvarsama støðu.

Tann 53 ára gamli doyði 20. oktober í Qaqortoq.

Í juni doyði ein 33 ára gamal maður í einum flogfari úr Keypmannahavn til Kangerlussuaq.

Pakki við rúsevnum, sum hann hevði svølgt, var ikki tættur. Tí lak rúsevnið útí kroppin hjá manninum, hevur løgreglan áður upplýst. Ein líkskoðan vísti, at talan var um stórar nøgdir av rúsevnum í magasekkinum.

Í august doyði ein 42 ára gamal maður úr Aarhus. Hann var í skundi fluttur á skaðastovuna við ringari pínu í maganum.

Á veg fekk hann hjartastøgt og doyði seinni. Hann hevði pakkar við hassji í maga og tarmi, hevur løgreglan áður upplýst.

Í 2022 eru 45 persónar fyribils avdúkaðir fyri at smuglar rúsevni til Grønland innvortis. Í 2021 var talið 14. Harvið er talan um ein vøkstur upp á 220 prosent.

/ritzau/

 

Ein 53 ára gamla maður doyði, tá hann ætlaði at smugla hassj til Grønlands í búkinum. Hasspakkarnir settu seg fasta og góvu honum bruna í tarmunum. Hann er tann triði, sum er deyður í ella á veg til Grønlands við rúsevnum, síðani juni. (Arkivfoto). - Foto: Lino Mirgeler/Ritzau Scanpix