Triðja FM heitið er stutt úr Sarpugerði

Tvey brotsspørk, sum Atli Grgersen umsetti til mál, spiltu spælið hjá B36

Vónbrotið var stórt í B36 leguni, tá ið Jóhan Hendrik Ellefsen í vindinum í Gundadali í kvøld hevði bríkslað fyri síðstu ferð.

 

Máltalvan vísti 1-2, og serliga var tað eftir steðgin, at teir í B36 kendu seg hava uppiborið meir. Teir kendu seg heldur ikki at hava havt marginalirnar við sær, men tað eru tølini, sum telja, og fyri B36 er veruleikin nú, at fjórða plássið, sum er so sera týdningarmikið, er langt burtur.

 

B36 hevur 26 stig fyri 18 dystir, og NSÍ er á fjórða plássi við 34 stigum. 15. september fær B36 vitjan av NSÍ. Tað kann væl fara at vísa seg, at tað ikki verður nóg mikið hjá B36 at vinna fulla úrtøku ímóti NSÍ fyri at europeiski møguleikin skal verða varðveittur.

 

Í kvøld var Víkingur omaná frá dystarbyrjan, men tað gekk illa at vinna úrtøku. B36 helt tørn, og heimaliðið hevði onkran møguleika, uttan at tað eydnaðist at fáa hol á.

 

Og so var tað í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki, at hann bríkslaði fyri brotssparki til Víking. Tað var eftir nærdyst í høgru, sum bar við sær, at Sølvi Vatnhamar noyddist skaddur av vølli. Hann plagar at taka sær av brotsspørkunum, og tá ið hann ikki var tøkur, so var tað liðformaðurin Atli Gregersen, sum við stórum sjálvsáliti tók uppgávuna á seg, og so var 1-0 til Víking.

 

B36 legði nógv fyri eftir steðgin, og áðrenn ein tími var farin bar fínt álop 1-1 við sær. Thomas Kryger Lindh legði út frá baklinjuni, og miðvallarin Anton Søjberg stýrdi bóltin í málið.

 

So var B36 heilt væl við, men tað var enn eitt brotsspark til Víking, sum bar 2-1 sigur til gestirnar við sær. Poul Kallsberg fór saman við Magnusi Egilsson um koll í nærdysti í brotsteiginum í høgru. Dómarin peikaði á 11 metra blettin, og aftur var tað Atli Gregersen, sum umsetti sparkið úr 11 metrum til mál og 2-1.

 

Í kvøld var 42 ára gamli Atli Gregersen sambært FaroeSoccer fyri 443. ferð í bestu landskappingini. Samlaða máltalið hjá honum í bestu landskappingini er 19, og í kvøld fór hann fyri aðru ferð av vøllinum eftir at hava skorað tvey mál. Fyrra ferðin var 1. apríl í 2010, tá ið Víkingur í Sarpugerði vann 5-3 ímóti AB.

 

Sigurin í Gundadali í kvøld ber við sær, at alt talar fyri, at Víkingur fer at vinna triðja FM heitið. Tað eru seks stig aftur til HB og níggju stig aftur til KÍ.  Tað kann væl vera, at Víkingur fer at halda fram at vinna, og tað kann vera, at teir fara at missa okkurt stig ímóti HB og KÍ. Men sannlíkindini eru millum lítil og eingi fyri, at Víkingur í síðsta triðinga av kappingini ikki fer at vinna dystirnar ímóti øllum hinum liðunum, og tað verður ivaleyst nóg mikið hjá væl samanspældu víkingunum við fína hugburðinum at tryggja sær FM heitið.

 

 

 

B36 – Víkingur 1-2 (0-1)

 

0-1: Atli Gregersen br 45.+4.

 

1-1: Anton Søjberg 59.

 

1-2: Atli Gregersen br 66.

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

B36: Silas Eyðsteinsson – Jann J. Benjaminsen, Vilmer J. Rønnberg, Magnus Egilsson, Fabian O. Ness – Marius Kryger Lindh, Jelle van der Heyden, Anton Søjberg, Bjarki C. Nielsen – Gutti Dahl-Olsen, Zean Peetz Dalügge

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Sølvi Vatnhamar – Poul Kallsberg, Finnur Justinussen, Olaf Bárðarson

 

Víkingur18170155851
HB181503401345
181404381742
NSÍ181116432234
B3618756383126
07 Vestur18639224021
B68183510133214
Skála184212183914
EB/Streymur183114153910
ÍF18031515563