Seinni uppflytingar-
dystur til 1. deild
TB-FS Vágar 0-1 (0-1)
0-1: Jonhard Joensen
FS Vágar vann, men tað var ikki nóg mikið.
Seinni uppflytingardysturin millum TB og FS Vágar endaði við 1-0 sigri til FS Vágar, men tað var eitt mál ov lítið til at bjarga vágaliðnum í 1. deild.
TB vann fyrra dystin 3-1, og samanlagt gjørdist tað tí til ein 3-2 sigur.
Veitslurómur var á Tvøroyri eftir dystin sunnudagin, og í skundi varð skipað fyri dansi í TB-húsinum.
TB flutti niður úr 1. deild í fjør, men longu nú hava teir vunnið sær sess aftur í fremstu deildini, har teir hava verið við so at siga ølla árini.
Formaðurin í TB, Finn Thomsen, fegnaðist eftir dystin sunnudagin, um uppflytingina.
? Vit byrjaðu kappingina illa, og í fyrru helvt av fyrru hálvu taptu vit fleiri dystir. Vit vóru plágaðir av skæðum, og vit vistu, at um vit høvdu allar spælararnar tøkar, so áttu vit at kunna gera okkum galdandi í deildini, segði hann.
? Og eg haldi av vit í seinnu hálvu hava víst, at vit hoyra heima í 1. deild, segði fegni formaðurin.
Løgdu seg ikki
aftur at verja
TB grundlegði uppflytingina, tá teir vóru í Vágunum og spældu fyrra dystin móti FS Vágum. Tá vunnu teir 3-1, og tá vágamenn komu á vitjan á Sevmýri sunnudagin ráddi um at halda tørn.
Men tvørámenn løgdu seg ikki aftur at verja. Teir vóru við til at mynda dystin, og høvdu meiri spæl enn gestirnir.
Men teir vóru óhepnir og óneyvir, tá kjansirnir komu, og teir kláraðu ongantíð at gera mál.
Tað kláraði FS Vágar hinvegin, og tí var eisini spenningur í dystinum allatíðina. Jonhard Joensen skoraði málið hjá FS Vágum longu í fyrra hálvleiki, og fingu vágamenn eitt mál afturat, so fingu teir umdyst.
Men tað eydnaðist ikki, og TB?arnir, sum áttu at havt fingið meiri burtur úr dystinu, vunnu samanlagt 3-2.
Frøin var stór á Tvøroyri, og í skundi varð skipað fyri dansi í TB-húsinum.
TB flutti niður ú 1. deild í fjør, men teir fóru bara niður at venda, og næsta ár spæla teir aftur í 1. deild.
TB er triðja suðuroyarliðið í 1. deild, tí áðrenn TB vann sær uppflyting flutti Sumba upp, og í 1. deild er longu VB.
Vit ynskja TB hjartaliga tillukku við uppflytingini.