Triðju ferð á rað Óli er toppskjútti

Óli Mittún var heiðraður ígjár

HSF skrivar: 

 

Óli Mittún EM-toppskjútti

 

Sum vanligt til slíkar kappingar, so vóru bestu leikararnir heiðraðir eftir U20 EM-endaspælið í Slovenia. Óli Mittún var toppskjútti í kappingini við 76 málum í 8 dystum.

 

Óli gjørdi 76 mál uppá 115 royndir og hevði harvið eitt skoringsprosent uppá 66,1. Av teimum 76 málunum vóru 27 uppá brotskøst. Óli skoraði 27 av 31 brotskøstum. Tað er eisini vert at leggja til merkis, at Føroyar vóru tað liðið, sum skeyt triðflest mál í kappingini, og at Føroyar hava hægsta skoringsprosentið av øllum londunum í kappingini á 68,8.

 

Hetta er triðja endaspæl á rað, at Óli Mittún er toppskjútti. Hann var eisini toppskjútti í U18 EM-endaspælinum í 2022 og í U19 HM-endaspælinum í 2023. Skrivar HSF.

 

Óli Mittún gjørdi 76 mál, meðan normaðurin Patrick Helland Anderson gjørdi 70 og slovenin Nace Zajc 56.

 

Myndir: Slavko Kolar / Rokometna zveza Slovenije.

 

##med2##