Tríggir bilførarir tiknir í nátt

Annars hevur tað verið bara heilt friðarligt, sigur løgreglan

Tað hevur veri heilt friðarligt í nátt. Tað sigur løgreglan í morgun. Men í einum føri mátti løgreglan kortini upp í, tá ið tey ringdu av einum skeinkistaði at boða frá, at ein av gestunum var ikki grannhavandi. Hann var komin til ilnar við ein duravørð og tí varð ringt eftir løgregluni. Løgreglan kom á staðið og tey fingu beint mannin avstað, og tá ið hann var farin, var friður.

 

Løgreglan sigur, at hetta er eitt mál, sum kanska verður tikið upp aftur fyri at fáa greiði á, hvat gekk fyri seg. Duravørðar hava eitt starv, har teir eru í serligum vanda fyri harðskapi og tí eru teir eisini serliga væl vardur í lógini. Tað merkir, at revsingin fyri at gera seg inn á duravørðar, er harðari enn annars.

 

Løgreglan hevur eisini tikið tríggjar bilførarar í nátt. Ein varð tikin fyri at koyra við kenning og tveir eru tiknir fyri at vera ávirkaðir av rúsevnum.