Tríggir koyrdu ávirkaðir av rúsevnum

Løgreglan hevur verið víða um í nátt og kannað bilførarar og bilar.

Í Sandoynni steðgaði løgreglan 12 bilførarum í nátt, men her var alt, sum tað skuldi vera, og bæði bilførarar og bilar vóru í lógligum standi.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at á Glyvrum vórðu 35 bilførarar og bilar kannaðir, men eisini her vísti alt seg at vera í lagi.

 

Í øðrum kanningum hjá løgregluni í nátt, har tey koyrdu runt og steðgaðu bilførarum, vísti tað seg at geva úrslit.

 

Nú var alt ikki so gott longur, sum tað helst skuldi verið.

 

- Her vórðu tríggir bilførarar kannaðir, sum nú verða skuldsettir fyri at koyra ávirkaðir av rúsevnum, tveir í høvuðsstaðarøkinum og ein í Norðoyggjum.

 

Í hesum trimum førunum er talan ikki um alkohol, men um onnur rúsevni. 

 

- Blóðroynd er tikin av førarunum, og úrslitini av blóðroyndunum verða avgerandi fyri útfallið av málunum, sigur løgreglan.