Í Tvøroyrar kommunu bera tey í dag eina søgu um óhapp á einum el-steyra í Trongisvági.
Tað var mikudagin, 22. november, at kommunan varð gjørd varug við, at brek var á einum el-steyra.
- Steyrin stendur á einum traðarstykki, sum liggur uppat landsvegnum, og tíverri elvdi brekið til, at tríggir seyðir eru deyðir av stoyti.
Lagt verður aftrat, at brekið er rættað av el-innleggjara, og upplýst verður, at nevnda vegastrekkið, har el-steyrin stendur, er av gamla slagnum við luftlinju.
Her verða sambært heimasíðuni hjá kommununi dagføringar gjørdar við nýggjum Led-ljósum við kaðalføring.
- Hetta verður gjørt í sambandi við, at landsvegurin til Hvalbiar verður breiðkaður í næstum av Landsverki.
Lagt verður aftrat, at streymur er ikki á linjuni í dagtímunum, men einans, tá ið ljósið er tendrað.