Matstovan Geranium fekk í morgun sína triðju Michelin-stjørnu, og telist tí nú millum heimsins bestu matstovur. Tríggjar stjørnur eru tað mesta, sum til ber at fáa í vegleiðingini hjá Michelin. Hetta er fyrstu ferð ein donsk matstova fær tríggjar stjørnur.
Tilsamans fingu danskar matstovur fimm nýggjar stjørnur. Geraninum, sum so seint sum í fjør fekk sína aðru stjørnu, fekk nú tí triðju, og tríggjar nýggjar matstovur fingið sína fyrstu stjørnu, umframt at Kong Hans Kælder, sum misti sína stjørnu í fjør, nú hevur endurvunnið hana. Nýggju matstovurnar, sum hava fingið pláss á háttvirda listanum hjá Michelin liggja allar uttan fyri Keypmannahavn. Tær eru Frederiksminde á Præstø, Kadeau á Bornholm og Henne Kirkeby Kro í Henne nærindis Varde.
Allar donsku matstovurnar hava annars varðveitt sínar stjørnur, har ímillum Søllerød Kro hjá Jan Restorff.
Norðmenn hava eisini fingið eina trýstjørnaða Michelin-matstovu. Har er tað matstovan Maeemo í Oslo, sum hevur nátt upp á ovasta tindin, hvat matgerð viðvíkur. Í Noregi fingu matstovurnar Kontrast í Oslo og RE-NAA í Stavanger sínar fyrstu stjørnur. RE-NAA er fyrsta norska matstovan uttan fyri Oslo, sum fær eina stjørnu.
Líkt er tí til, at dómararnir hjá Michelin hava lagt seg eftir at geva stjørnur til matstovur uttan fyri høvuðsstaðarnar hesa ferð.