Tríggjar orsøkir til at Danmark avmarkaði føðingar í Grønlandi

Í seksti og sjeytiárunum løgdu danskir myndugleikar fleiri túsund snyrlar upp í grønlendskar gentur og kvinnur fyri at steðga fólkavøkstrinum.

Hóast danir minnast seksti- og sjeytárini fyri eitt nú hippierørsluna, bilfríar sunnudagar og fyrsta fólk á mánanum, so minnast nógv í Grønlandi árini fyri nakað heilt annað. Í hesum tíðarskeiði vórðu settir fleiri túsund spiralar upp í grønlendskar kvinnur og gentur niður í 13 ára aldur.

 

Tað vóru danskir myndugleikar, sum skipaðu fyri hesum tiltaki fyri at avmarka skjóta fólkavøksturin í Grønlandi.

 

Hjá nógvum kvinnum varð hetta gjørd uttan samtykki. Og tær fingu bæði sálarlig og kropslig mein av hesum.

 

Tíðarlinja: Snyrlarnir úr Danmark

 

1966: Gjøgnum fimmti- og sekstiárini veksur fólkatalið í Grønlandi. Talið av nýføðingum er upp á tað mesta í 1966, tá fødd verða 1.781 børn – ein hækking upp á 80 prosent í 15 ár.

 

1970: Eftir áheitan úr Grønlandsmálaráðnum og Heilsustýrinum verða hesi fimm árini settir snyrlar upp í 4.500 av teimum 9.000 kvinnurnar í burðarførum aldri í Grønlandi.

 

1970: Lógin verður broytt, so læknarnir í Grønlandi kunnu vegleiða ungar gentur úr 15 ára aldri um fyribyrging uttan samtykki frá foreldrum teirra.

 

1970: Táverandi grønlandsmálaráðharri A. C. Normann sigur í eini røðu á Fólkatingi í 1970, at føðitalið nú er á veg niðuraftur, og at tað ikki minst er orsaka av snyrlinum.

 

1974: Danska statinum gerst greitt, at hann kann fáa ákoyringar fyri snyrilin í Grønlandi á eini ST ráðstevnu. Á ráðstevnuni eru harðar atfinningar at familjuplanlegging í fyrrverandi hjálondum sum til dømis Grønlandi, og ST mælir til, at øll skulu hava loyvi til at gera av, hvussu nógv børn tey skulu hava og nær.

 

Í Sosialinum hevur skrivar danski journalisturin og rithøvundurin, Martin Breum, grein um málið. Hann hevur hitt Naju Lybert, sum er stigtakarit til bólk, ið ætlar at stevna danska statinum fyri átakið við snyrlinum:

 

##med2##

 

»Naja Lybert er oddakvinna í bólkinum, sum fyrireikar hett rættarmálið. Brot úr greinini hjá Martin Breum í Sosialinum:

 

»Oddakvinna í bólkinum er Naja Lyberth, sálarfrøðingur og traumaterapeutur. Hon var hin fyrsta, ið steig fram í 2017, og í dag savnar hon saman kvinnur í somu støðu. Í fjør var hon í BBC-dokumentarinum »Greenland’s Lost Generation« og á listanum hjá BBC yvir heimsins 100 inspirerandi kvinnum. Herfyri varð hon kosin »Ársins Kvinna« í Grønlandi.

 

»Eg havi funnið út av, at eg ikki var 14 ár, men í veruleikanum bara 13 ár, tá eg fekk mín snyril«, sigur hon úr Nuuk. Hon var ikki kynsliga virkin, hon var ikki fylt 15, og foreldur hennara vóru ikki biðin um samtykki.

 

Hon tosar um knívar, tá hon lýsir pínuna, tá danski læknin í býnum førdi amboð síni og sny-rilin inn í hana, men aftaná tosaði hon ikki við nakran um inntrivið.

 

Í 1992 gjørdist hon sálarfrøðingur á Århus Universiteti og seinni eftirútbúgvin í traumaviðgerð, og hon hevur í fleiri ár verið við í einum professionellum ferðaliði, sum hjálpir vaksnum grønlendingum við seinárinum eftir kynsliga misnýtslu í barnaárunum.

 

Fyri nøkrum árum síðani gjørdist henni greitt, at hon sjálv hevði seinárin.

 

»Tá eg kom í skiftisárini, fekk eg ringa menstruationspínu, og nógv av sjúkueyðkennunum mintu meg um pínuna, tá eg fekk snyrilin. Eg merkti aftur, at okkurt var ov stórt til kropp mín, júst sum gynekologisku amboðini og spiralurin ta ferðina. Kroppurin, lívmóðurin, alt undirlivið svaraði aftur,« sigur hon.

 

Undir traumaútbúgvingini fekk hon tak um sítt egna trauma og nú hálpir hon øðrum:

 

»Tað kann føra til sterka  endurtraumatisering brádliga at verða mintur á trauma sítt, um tú ikki ert fyrireikað. Tú kennir teg óvarda og sárbara. Tað snýr seg um at kenna teg varda og at kenna seg varda av umhvørvinum og um at kenna, at tú kanst verja teg sjálva. Ikki minst, tá tú skilir, at talan var um eitt stórt, politiskt skipað átak,« sigur hon.

 

»Vit kenna øll onkra, systkinabarn og aðrar kvinnur, sum ikki hava kunna fingið børn. Eg helt, at nakrar teirra fóru at verða endurtraumatiseraðar«, sigur hon.

 

Hon samanber sínar egnu reaktiónir við tær, hon sær hjá offrunum fyri kynsligum ágangi.

 

»Tú letur teg stýra av ótta og verður forskammað og foy. Tú tigur av ótta fyri at verða dømd ella skammað út«, sigur hon.

 

Ábyrgdina leggur hon eintýdda í Danmark: »Læknin var jú bara longdi armur hjá danska statinum,«, sigur hon.

 

»Eg slapp ikki sjálv at ráða yvir kroppi og lívmóðir míni. Eg føldi, at kroppur mín var koloni-seraður. Í dag  havi eg tikið valdið aftur við at siga frá. Eg havi avkolonialiserað egna kropp mín, men eg eri als ikki í iva um, at talan var um kolonialisering av kroppum okkara ta ferðina. Tað er ikki fyrr enn nú, at kroppurin og sálin ikki longur hoyra stjórnini til,« sigur hon.«

 

Les meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar eisini kunnu lesa á sos.fo