Tríggjar uppflytingar upp á fimm ár

Seinasta umfar í 1. deild hjá monnum varð leikt í dag

Fyrr í dag bleiv 27. og seinasta umfarið í 1. deild hjá monnum spælt.

 

Tað eru longu fleiri vikur síðani, at tað gjørdist greitt, at Skála og B68 verða liðini, sum flyta upp í Effodeildina at spæla í komandi kappingarári. Hesi bæði liðini bóðu eisini næstbestu deildini farvæl á bestan hátt við at vinna seinasta dyst teirra. Skála vann 1-3 ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ, meðan B68 vann heili 2-6 ímóti B71 á Sandi.

 

Venjarin hjá B68 er fyrrverandi málslúkurin í føroyskum fótbólti, Súni Fríði Barbá. Áhugavert er, at hetta er triða uppflytingin hjá Súna Fríða síðani 2010. Í 2010 flutti hann upp við næstbesta liðnum hjá 07/Vestur, ið vann seg úr 2. deild og upp í 1. deild. Í fjør vann hann 2. deild við MB, og í ár eydnaðist tað so hjá Súna Fríða at flyta upp við heimliga felagi sínum, B68.

 

Liðini, ið mugu taka ta tungu leiðina úr 1. deild og niður í 2. deild, eru næstbesta liðið hjá B36 og MB. B36 tapti seinasta dystin 1-4 á útivølli ímóti KÍ, meðan MB á heimavølli tapti heili 3-9 ímóti grannunum úr 07/Vestur. MB fekk bara fimm stig í ár, og eisini gjørdust miðvingarnir tað liðið, sum hevur latið flest mál inn upp á eitt kappingarár, síðani 1. deild fór upp á 27 umfør í 2006. MB lat 133 mál inn, og hetta gevur eitt miðaltal upp á næstan fimm innlatin mál fyri hvønn dyst.

 

Sigurin hjá 07/Vestur merkir, at felagsliðið har vesturi yvirhálar AB og endar á bronsuplássinum í deildini.

 

Úrslitini og endaliga støðan í deildini kunnu síggjast niðanfyri.

 

AB-Víkingur 1-1 (1-0)

1-0: Sorin Anghel 40.

1-1: Magnus Jarnskor 70.

 

B71-B68 2-6 (1-2)

1-0: Ari M. Olsen 28.

1-1: Emil Ronaldsson 29. 

1-2: André Olsen 44.

2-2: Markus Clementsen 55.

2-3: Óli H. Olsen 61.

2-4: Ovi Brim 74.

2-5: Emil Ronaldsson 78.

2-6: Óli H. Olsen 88.

 

NSÍ-Skála 1-3 (0-2)

0-1: Ólavur Mikkelsen 2. 

0-2: Jákup Johansen 26.

1-2: Hans Marius Davidsen 60.

1-3: Ólavur Mikkelsen 64.

 

MB-07 Vestur 3-9 (2-4)

1-0: Ingi W. Joensen 4.

1-1: Holgar Durhuus 12.

1-2: Holgar Durhuus 27.

2-2: Otto Jacobsen 34.

2-3: Sølvi Egilsson 36.

2-4: Sølvi Egilsson 45.

3-4: Solomon Kwao 49.

3-5: Gunleif Olsen 69.

3-6: Sveinur Ellefsen 73. (sjálvmál)

3-7: Sølvi Egilsson 79.

3-8: Bjarni Á. Dalsgaard 85.

3-9: Sigtór Asbjørn Petersen 89.

 

KÍ-B36 4-1 (2-1)

1-0: Jóannes K. Danielsen

1-1: Pætur Petersen

1-2: Eivindur Sørensen

1-3: Eivindur Sørensen

1-4: Aksel B. Danielsen.

 

Endaliga støðan í deildini kann síggjast HER.