Skopun: Tað er ein heldur øðrvísi framsýning, sum er á skránni í ungmannafelagshúsinum henda dagin.
Ein týsdag í januar mánaði fingu sandoyingar brádliga ein møguleika at síggja eina framsýning av undirklæðum og øðrum tílíkum til konufólk.
Ása Hentze úr Trongisvági hevði nevniliga sett sær fyri at halda fram á somu leið, sum undangongukvinnan Ruth Laksáfoss hevur hildið í langa tíð.
Tær báðar kendust nakað frammanundan og prátaðu ofta saman í telefon. Ta einu ferðina fall so prátið inn á handilin hjá Ruth í Klaksvík, sum var lýstur til sølu.
Henda samtalan endaði við at Ása keypti handilin hjá Ruth, og selur nú vørurnar á Tvøroyri, men eisini við vitjan kring landið.
Vit hava nógvar kundar kring landið, og tí er neyðugt hjá mær at vitja teir av og á og soleiðis halda sambandið við teir viðlíka.
Hetta er so ein máti at hitta sandoyingar uppá, sigur Ása.
Hóast fólkatalið á Sandoynni er avmarkað, so lat Ása væl at vitjanini á framsýning hennara.
Her hava verið fólk í øllum aldrum frá teimum 13 ára gomlu og heilt upp í eina konu sum var nærri teimum 80 árunum, sigur hon.
Vitjar kring landið
Tað eru nú farnir meiri enn tveir mánaðir síðani Ása og Trillan á Tvøroyri tók yvir vørurnar og handilin hjá Ruth í Klaksvík.
Á mangan hátt er talan nú um tað øvugta arbeiðið hjá Ásu í mun til gamla eigaran, - ella ta øvugtu leiðina.
Ruth Laksáfoss gjørdi nógv av at vitja kring landið fyri at vísa fram vørur sínar. Og í hesum sambandi kom hon eisini við millumbilum á Tvøroyri.
Nú eri eg so farin hinvegin. Eg eri nú á Sandoynni og fari síðani vestur til Sørvágs og til Klaksvíkar.
Men kundar okkara eru kring alt landið. Tí fari eg so seinni til Havnar og inn í Eysturoynna, sigur Ása.
Tá vit vitjaðu hesa framsýningina hevði hon verið opin í ein dag í Skopun, og hon læt sera væl at undirtøkuni millum sandoyingar.
Fólkið her á Sandoynni, eru positiv, fitt og ótrúliga blíð, sigur hon.
Mótabevíst ungfólk
Kundarnir hjá Trilluni eru í øllum aldrum frá teimum ungu til tær tilkomnu kvinnurnar, eins og vitjanirnar á Sandoynni eisini bera boð um.
Tí er neyðugt hjá Ásu at liggja inni við teimum vørunum, sum hóska seg til tann einstaka aldursbólkin.
Eg síggi tað serliga væl hjá teimum ungu. Tey koma inn og eru bæði málbevíst og mótabevíst um undirklæðini.
Ja, tað er bara so, at tey vita akkurát hvat tey vilja hava fatur á, sigur Ása.