Sjóverjan hevur sett kósina móti grindini í Leirvík, og Bob Barker liggur á Sundi
Løgreglan hevur í dag víst vøddar mótvegis Sea Shepherd. 21 fólk sum komu við skipinum hjá Sea Shepherd, Bob Barker um middagsleitið sleppa ikki í land.
Tað kemur uttan iva dátt við hjá felagsskapinum, tí um sama mundið, sum tey fingu hesi boðini, varð boðað frá grind í Leirvík.
Sjóverjuskipið Triton, sum fylgdi Bob Barker, tá hann nærkasti Sandoynni eystanifrá og inn í Nólsoyarfjørð. Men nú boðað varð frá grind í Leirvík, setti Triton ferð á motorarnar við kós móti Leirvík.
Hini bæði skipini hjá Sea Shepherd, Brigitte Bardot og Sam Simon hava framvegis ikki tendrað AIS'in, sum vísir knattstøðuna hjá skipunum.