Tríva í tjóðsangin tá ein minuttur er eftir av dystinum

Tað verða fleiri føroyskir áskoðarar til dystin ímóti Noreg í kvøld

Síðani dystin ímóti Slovakia hóskvøldið eru fleiri føroyingar komnir til Berlin. Tí í morgun klokkan 7 fór enn eitt flogfar úr Vágum við føroyskum áskoðarum.

 

Og gott lag er á føroyingum í Berlin, sum eru sera spendir til dystin í kvøld, hóast øll vita, at Noreg verður ein tungur burður.

 

Á síðuni Hondbóltskjak á Facebook verður roynt at hita undir, og fyrisitarin á síðuni, Ásbjørn Nielsson Nattestad vísir á, at okkara spælarar hava brúk fyri meira stuðli til teir báðar næstu dystirnar.

 

– So vit mugu gera ein ein minst líka góðan innsats á áskoðaraplássinum sum hóskvøldið.

 

– Vit vaska vónbrotið av okkum og koyra enn meiri á okkara #hetjur, sigur hann.

 

– Og tá ein minuttur er eftir av dystinum í kvøld og mánadagin tríva vit í tjóðsangin, skrivar hann.

 

##med2##

 

Onkur heldur fyri á tráðnum, um vit ikki skulu hjálpa »teimum 150 norsku áskoðarunum« eisini við at syngja Norska tjóðsangin undan dystinum. »Tí teir sungu slett ikki við í fyrrakvøldið«, sum skrivað stendur.

 

Og tað hevði uttan iva verið nakað, sum tey í Noreg løgdu merki til, um allir teir 5.000 føroyingarnir sungu við, tá norski tjóðsangurin varð sunging.

##med3##

 

Teksturin til fyrsta ørindi í norska tjóðsanginum er her:

 

Ja, vi elsker dette landet,

 

som det stiger frem

 

furet, værbitt over vannet

 

med de tusen hjem,

 

- elsker, elsker det og tenker

 

på vor far og mor

 

og den saganatt, som senker

 

drømme på vår jord

 

og den saganatt, som senker

 

senker drømme på vår jord.