Trivaliga bókaverkið er nú alment

Undir stóra hátíðarhaldinum, sum fyrrapartin var í Bylgjuni, varð bókaverkið Av Tinghellu og á Førjarklettin lagt fram

Ein av tindunum í mentanarvikuni í Runavíkar kommunu var í dag, tá ið kommunan bjóðaði til alment hátíðarhald í Bylgjuni í Runavík.

Lagt varð fyri við morgunmati, og so vóru fleiri framførslur. Eitt nú sungu Kór Glyvra Kirkju undir leiðslu av Meinhardi Bjartalíð, ungdómsbólkurin Jassarnir og Enekk.

Undir hesi samkomuni varð bókaverkið um kommununa lagt fram. Tað er Helgi Jacobsen, rithøvundur, sum hevur skrivað, og hann greiddi frá innihaldinum í teimum trimum bindunum, hvørji heimildarfólkini og skrivligu høvuðskeldurnar hava verið, hvussu arbeiðið at savna og skriva hevur verið skipað og um áhugaverdu myndirnar, sum eru í bókaverkinum.

Fyrsta eintakið handaði Helgi Jacobsen borgarstjóranum Tórbjørn Jacobsen, sum hann segði hevur átt stóran lut í, at bókaverkið nú er alment. Millum annað segði Helgi Jacobsen, at tað er borgjarstjórin, sum eigur uppskotið til heitið á bókini. Kommunan fevnir um 15 bygdur. Tann syðsta er Æðuvík, har Tinghellan er í nánd av. Tann norðasta er Funningur, og Førjakletturin er norðanfyri Funning.