Trolararnir rokast í Barentshavinum

Sjúrðarberg fór at sigla fyri løtu síðani, Enniberg kom á Havnina og Akrarberg á Fuglafjørð fyrr í dag, og Gadus rokast í Barentshavinum

Tað hevur gingið framúr væl hjá føroysku trolarunum í Barentshavninum tað, sum farið er av hesum árinum.

 

Fyrr í dag legði Akrarberg at í Fuglafirði. Hann hevði fulla last – 850 tons av heysaðum toski. Akrarberg fór avstað 3. januar.

 

Í dag kom Enniberg á Havnina. Hann hevur fulla last – 925 tons av flaki. Enniberg fór avstað síðst í november, og veiðan verður løgd upp í høvuðsstaðnum. Sonny Johannesen er skipari á Ennibergi.

 

Fyri løtu síðani fór Sjúrðarberg at sigla heim úr Barentshavinum. Sjúrðarberg fór av Klaksvík 2. januar, og veiðan er 725 tons av heysaðum toski. Rólvur í Norðnástovu er skipari henda túrin.

 

Gadus er framvegis í Barentshavinum. 500 tons av flaki eru í lastini, og teimum resta hálvttriðja hundrað tons í fulla last. Gadus fór av Klaksvík 29. desember, og Brandur Joensen er skipari henda túrin. Teir royna á Hjelmsøy bankanum í norskum sjógvi, og veðrið verður sagt at vera óvanliga gott, tá ið tað ræður um hesa ársins tíðina.