Trolbátafiskur skapar virksemi

Í dag landaðu trolbátarnir, Olga Maria, Jens Leon og Búgvin, sum allir høvdu nógvan fisk.

Í dag hevur trolbáturin Olga Maria landað 850 kassar av fiski í Klaksvík. Hetta er umleið 80.000 pund, sum teir hava fingið á Íslandsrygginum. Meginparturin av veiðini er toskur.

 

Trolbáturin Jens Leon hevur eisini verið á Íslandsrygginum henda túrin. Teir landa í Leirvík í dag, og veiðan hjá teimum er umleið 65.000 pund. Eisini hjá Jens Leon er meginparturin toskur.

 

Hetta eru góðir túrar hjá bæði Olgu Mariu og Jens Leon, sum báðir vóru fullir undir lúkurnar, nú teir komu inn at landa.

 

Trolbáturin Búgvin landar eisini í Leirvík í dag. Teir hava verið á landleiðini, og veiðan liggur um sløk 45.000 pund. Veiðan hjá Búgvanum er blandað við ymiskum fiskasløgum.