Tað er lítið reyp á heimasíðuni hjá fótbóltsfelagnum Tromsø IL í kvøld. Liðið tapi í kvøld ímóti einum røskum Víkingaliði og er liðugt í europeiskum fótbólti í ár. Tað var bæði óvæntað og skuffandi hjá norska felagnum.
Yvirskriftin á forsíðuni hjá Tromsø IL í kvøld er heilt einfalt: ”Snipp, snapp, snúti…”
Venjarin hjá Tromsø, Steinar Nilsen, heldur, at tað kostaði teimum dýrt, at teir fingu spælara útvístan í fyrra hálvleiki.
- Vit eru sjálvandi sera vónbrotnir av hesum úrslitinum, men vit skulu reisa okkum eftir hetta. Vit spæla hampuliga væl, men vit fingu ikki nóg nógv burtur úr okkara spæli, heldur Steinar Nielsen.