Tróndur besti leikarin hjá Ryger Stavanger í Bergen

Ryger Stavanger tapti tepurt fyri Bergen í næstbestu norsku hondbóltsdeildini, men Tróndur Mikkelsen stóð fyri einum góðum avriki

Tróndur Mikkelsen, Julian J. Kragesteen og liðfelagarnir í Ryger Stavanger spældu í dag á útivølli móti Bergen í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Bergen, ið er næstfremst í deildini vann dystin 31-28. Bergen var á odda 17-14 í steðginum.

 

Tróndur skoraði fýra mál og legði upp til fýra mál, og var valdur til at vera besti leikarin í dag.

 

Ryger er nummar fimm í deildini við 28 stigum, og teir kunnu í mesta lagi røkka einum fimta plássi nú bert tveir dystir eru eftir at leika.

 

3. mai spælir Ryger á heimavølli móti Nøtterøy.

 

Nú fer Tróndur saman við liðfeløgunum á føroyska A-landsliðnum at fokusera upp á týdningarmesta A-landsdystin nakrantíð, EM-undankappingardystin móti Ukraina í høllini á Hálsi komandi mikukvøld klokkan 19.