Trongdir toftamenn í Trongisvági

B68 er á veg inn í elevatorin, sum er á veg niður í 1. deild. Um tað skal eydast at venda kósini, so skulu toftamenn seinnapartin vinna við fýra málum við Stórá í Trongisvági. Um tað tørnar soleiðis, so verður tað TB, sum fer at flyta niður.

-Tað verður torført, men uppgávan er ikki púra ógjørlig, er sjónarmiðið í B68 hópinum, sum í gjár fór suður at fyrireika seg. Í morgun fóru eldhugaðir B68 áskoðarar um Suðuroyarfjørð, og teir vóna, at tað skal bera til, sum sær svart út.

Tað ber ikki til at siga annað, enn at B68 hevur tølini ímóti sær. Í 26 umførum hevur B68 skorað 19 mál. Bill Jacobsen hevur havt ábyrgdina tríggjar tær seinastu ferðirnar. Í hesar 270 minuttirnar hevur B68 ikki megnað at skora eitt mál! Í 8. umfari vann TB 3-1 á B68 við Stórá í Trongisvági.

Liðformaðurin Jann Ingi Petersener tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður ímóti EB/Streymi. Haraldur R. Højgaard er tøkur aftur, eftir at hann í síðstu viku var burturstaddur í U19 landsliðsørindum. Miðverjin Oddur Højgaard er leikbannaður.

Hjá TB snýr tað seg fyrst og fremst um at halda tørn um útgangsstøðuna og at dúva upp á møguleikan í skjótálopi rættuliga at taka spenningin burtur. Tað eigur at vera góð fyritreyt hjá Gilla Sørensen og Dmitrije Jankovic. Ragnar Tausen, Poul Ingason og Eirikur Magnusarson eru tøkir aftur, eftir at teir fyri viku síðani vóru burturi í U-19 landsliðsørindum. Gunleif Olsen er leikbannaður.

Í hálvleikinum við Stórá í dag verða silvurkrónur handaðar næstbesta liðnum hjá TB. Liðið skal næsta ár spæla í 1. deild, um besta TB liðið í dag megnar at varðveita plássið í bestu deildini.